B68 bjóðar til Coca?Cola Cup

Komandi vikuskifti skipa toftamenn fyri innandura kapping í ítróttarhøllini í Runavík

Í vaksnamannadeildunum eru teir nú av álvara farnir undir nýggja fótbóltsárið. Yngru deildirnar eru eisini farnar at hugsa um nýggja kappingarárið. Venjarar eru settir til flestu liðini, men á flestu støðunum eru teir ikki av álvara farnir undir uttandura venjingina enn.

Nógvir av yngru spælarunum eru sannir snillingar í innandura fótbólti. Hetta hevur verið sjón fyri søgn í mongu kappingunum, sum í vetur hava verið kring landið.

Og komandi vikuskifti fáa tey ungu aftur ein møguleika at royna seg í innandura kapping. Tað er B68, sum er fyrireikari. Teir bjóða dreingjunum at kappast í fimm bólkum. Talan er um dreingir, sum eru føddir frá 1984 og fram til teir, sum eru føddir í 1992 ella seinna enn so.

Genturnar fara at kappast í fýra bólkum. Tær elstu, sum hava loyvi at vera við, eru tær, sum eru føddar í 1983, og í yngsta bólkinum fara tær at kappast, sum eru føddar í 1990 og seinni enn so. Spælt verður við stórum málum.

Kappingin verður í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars. Síðsta freist at boða frá luttøku er í annaðkvøld. Tað ber til at boða frá luttøku millum klokkan 19 og 21. Boðast kann frá á telefon 448068, 448274 og 447644.

Kostnaðurin er 200 krónur fyri hvørt liðið. Á hvørjum liði eru fýra útispælarar og ein málverji. Hvørt liðið hevur loyvi at hava ein skiftisspælara. Øll liðini skulu hava rættulig fótbóltsnøvn.

Tað er Coca?Cola, sum stuðlar kappingini. Heiðursmerkir verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum bólki. Bestu liðini fáa harafturat t?blusur. Besti málskjúttin í hvørjum bólkinum fær ein fótbólt, og allir luttakararnir fáa Coca Cola.