? Tað einasta, vit hava at bjóða teimum, er ein song, eitt smalt skáp og eitt lítið borð.
? Men tey fáa sanniliga ikki nógv fyri pengarnar, tí tað kostar ímillum 3.000 og 4.000 krónur um dagin.
Á Landssjúkrahúsinum rópa tey aftur neyðarróp.
Men hesuferð eru tað ikki læknarnir, sum gera vart við seg.
Nú eru tað deildarsjúkrasystrarnar á medisinsku deild, sum tala at.
Tær tríggjar, Eva Mortensen á B 7, Helena Dahl Olesen á B 6 og Óluva Johannesen á E 3, sum eru tær medisinsku deildirnar, tala at, tí tær orka ikki longur at síggja, hvussu mannminkandi umstøður tey hava tað í Føroyum, sum eru ringast fyri.
Tær siga, at hesi seinastu árini hevur tað meiri og meiri vundið uppá seg, at Landssjúkrahúsið verður bæði brúkt til røktarheim hjá gomlum og sjúkum og til herbergi hjá yngri fólki, sum ongastaðni hava at vera.
Helena Dahl Olesen og Óluva Johannesen siga, at nú er støðan tann, at tað eru støðugt 6-8 fólk innløgd á medisinsku deild, sum als ikki hoyra heima har.
Hetta er ikki sjúklingar, men eldri fólk, sum krevja røkt, umframt yngri fólk, sum av sosialum orsøkum onga aðrastaðni hava at vera.
Tær siga, at tað er ikki óvanligt, at hesi fólkini eru innløgd bæði eitt og tvey ár, tí tey hava onga aðrastaðni at fara. Í miðal munnu tey liggja í eitt ár.
Og tær leggja afturat, at ábendingar eru eisini um, at hetta er ein trupulleiki, sum vindur uppá seg.
Mannminkandi
Trupulleikin er sjálvsagt tann, at tað verða ikki játtaðir nóg mikið av peningi til at røktarpláss og til annars at gera umstøðurnar hjá teimum.
Samstundis er heilsutænastan úti um landið, tvs, heimarøktin, skerd.
Sostatt hava hesi fólkini ongastaðni at verða, uttan á sjúkrahúsi.
Men tað er avgjørt ikki her, tey hoyra heima, tí tey fáa onga viðgerð, sum so, tey hava bara brúk fyri røkt.
Helena Dahl Olesen og Óluva Mortensen halda, at hetta er ógvuliga mannminkandi kor at bjóða teimum óhjálpnu.
? Tað einasta, vit hava at bjóða teimum, umframt songina, er eitt smalt skáp og eitt lítið borð.
? Hetta er so alt teirra privatlív. Men tað er sanniliga dýrgoldið, tí ein pláss á røktarheimið kostar undir 1.000 um dagin, men ein song á Landssjúkrahúsinum kostar fýra ferðir so nógv.
Harafturat hava vit heldur ikki orku til at geva hesi fólkini ta røkt, sum tey hava brúk fyri.
Men samstundis, sum hetta er ein avbera dýr loysn, tekur hetta eisini nógva orku frá Landssjúkrahúsinum.
Tí nú er nógv truplari hjá veruligum sjúklingum at sleppa í viðgerð.
Sum dømi nevna tær, at E 3 hevur níggju pláss til fólk, sum fáa uppvenjing eftir heilabløðing.
Men fimm av hesum plássum eru upptikin av røktarsjúklingum.
? Tað er eitt ótrúligt bakkast fyri tey.
Helena Dahl Olesen og Óluva Johannesen siga, at tær gera vart við seg nú, tí nú liður út á árið, og so skal Landssjúkrahúsið undir síni vanligu sparitiltøk við stongdum deildum o.s.fr.
? Tað merkir, at tey, sum eru innløgd, skulu flytast í millum tær ymsu deildirnar.
? Vit hava nógv dømir um, vit noyðast at flyta sjúklingar, eisini tey eldru, einar 8-10 ferðir um árið, tí so er ein deild stong, og so er hindeildin stongd.
Tær báðar deildarsjúkrasystrarnar siga, at hetta er til stóran ampa fyri nógv av teimum gomlu, tí er tað nakað, sum tey ikki tola, so er tað at verða flutt.