LÍF fekk trý túsund krónur

Leikum fagurt: Ætlanin er at broyta útrokningarháttin, men einki varð nevnt um, at samlaða upphæddin skal økjast

Trý túsund krónur. Hetta var upphæddin, sum tey sekstan feløgini, ið eru umboðað í trimum teimum bestu fótbóltsdeildunum á mannfólkasíðuni, í alt kvalifiseraðu seg til at fáa útgoldið frá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum seinastu átta árini hevur havt eina leikum fagurt avtalu við Fótbóltssambandið.

Tá farið verður undir fyrsta umfarið í landskappingini eiga øll feløgini tjúgu túsund krónur á konto. Fyri hvørt gult kort verða eitt túsund krónur drignar frá, og higartil hevur tað verið soleiðis, at fýra túsund krónur hava verið drignar frá fyri hvørt reytt kort. Nú er ætlanin at broyta hetta, soleiðis at tað fer at kosta trý túsund krónur fara at fáa eitt reytt kort.

Leirvíkingar vóru teir einastu, sum áttu nakað eftir á trygginarkontoini, og Jákup Marner Sólbjørg tók vegna LÍF ímóti kekkinum og steypinum frá Jens Peter Arge, stjóra í Tryggingini.

Tað hevur verið kappast um steyp og pengar í sjey ár. Ásetingarnar siga, at kappingin skal vera í tíggju ár. Vinnararnir síðani 1993 hava verið Skáli, SÍ, Æsir, NSÍ, eingin í 1997, LÍF og LÍF.

Merkisvert er, at einki av feløgunum, sum higartil hevur vunnið kappingina, hevur verið umboðað í bestu deildini.

jh