U-18 á venjingarlegu

Jógvan Martin Olsen, sum er venjari hjá U-18 landsliðnum í fótbólti hevur boðað leikarunum frá, at venjingarlegua verður í Klaksvík 7. og 8. apríl

Fótbóltsárið er nú av álvara komið í gongd, og ikki er tað bara í feløgunum, at hetta merkist.

FSF hevur nú í fleiri ár verið aktivt við ungdómslandsliðum av ymsum slag, og vikuskiftið 7. og 8. apríl skulu dreingirnar á U-18 landsliðnum á venjingarlegu.

Venjingarlegan verður í Klaksvík, og verður byrjað fríggjadagin kl. 17.15, tá leikararnir hittast á húsarhaldsskúlanum.

Á leguni verður umframt venjing, eisini leiktur ein venjingardystur, og verður hesin móti einum sokallaðum U-23 liðið hjá KÍ.

Venjingarlegan endar leygardagin á døgurða.


Hópurin

Fleiri av teimum leikarum, sum eru við í hópinum, hava longu roynt seg í onkrari av fremstu røðunum, og einki er at ivast í, at hetta eigur at koma leikarunum til góðar, tá teir seinni í ár skulu royna seg móti sterkum mótstøðuliðum.


Leikararnir í hópinum eru:

Pól Næs Joensen og Niels Joensen úr B36, Jan Ingi Petersen og Kristian Poulsen, B68, Elifinn Ørvarodd úr SÍF, Jack Johannesen úr MB, Arnold Berg av Skála, Áki Hansen, Fróði Jóanessarson, Bergur Djurhuus og Brynjolvur Nielsen úr NSÍ, Bjarni Jørgensen, Vagnur Mortensen og Jón Rói Jacobsen úr HB, Atli Danielsen, Símun Joensen, Kristian á Lakjuni, Hjalgrím Eltør, Kartin Joensen og Rógvi Laksáfoss úr KÍ.