Komandi vikuskifti verður gjørt av hvørji tvey lið saman við teimum tíggju liðunum í 1. deild skulu taka lut í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið.
Fýra dystir í innleiðandi umfarinum vóru á skránni sunnudagin, men bara tveir vóru spældir. EB/Streymur skuldi spæla á Tvøroyri, men eftir syndarligu vanlukkuna har suðuri varð avgjørt at útseta. Vit hava skilt á lagnum, at tað verður arbeitt við at fáa dystin spældan komandi fríggjakvøld.
Sambært skránni skuldi Skáli havt spælt á útivølli móti Royn, men tann dysturin var av ongum, tí Skála gav avboð. Teir hugsa framvegis mest um hondbóltin.
ÍF?AB 7?0 (2?0)
Fuglfirðingar høvdu vitjan av nýuppflutta 3. deildarliðnum av Argjum. Jóhan Stenberg vardi málið hjá AB, og hann hevði nógv meiri at gera enn nýggi málverjin hjá ÍF, Allan Joensen.
Á liðnum hjá AB vóru m.a. Sigurd Vatnhamar, sum áður hevur spælt við LÍF, og Signar Johannesen, sum í fjør var á 1. deildarliðnum hjá B68.
Alvi Justinussen var nýggjur á ÍF liðnum. 16 ára gamli Henry Petersen kom fyri fyrstu ferð inn á besta liðið í Fuglafirði, og hann skoraði eitt mál. Beiggi hansara, Rúni Petersen, var annar av fremstu monnunum í 4?4?2 stílinum hjá Peturi Mohr, og Rúni skoraði tvey frálíka góð mál.
Serliga í 2. hálvleiki var eyðsýnt, at fuglfirðingar vóru væl betri fyri enn teir hjá Oddbirni Joensen og AB.
LÍF?Fram 9?1 (2?0)
Á vøllinum í Leirvík, sum er rættuliga ovarlaga, er framvegis nakað av kava. Tí gjørdu teir av at spæla í Gøtu, har vesturættin er góð.
Elsti maður á Fram liðnum sunnudagin var 22 ár. Teir flestu vóru niðanfyri 20 ár. Fótbóltsevnini tykjast vera (alt ov) góð til 4. deild. Men kropsstyrkin og venjingarstøðan vóru einki serlig.
LÍF var greitt omaná í 2. hálvleiki, og Uni Højgaard í Fram málinum noyddist níggju ferðir í netið eftir bóltinum. Einasta Fram málið fekk Terji Nielsen, sum tiltuskaði sær eitt brotsspark, sum hann skoraði uppá.
Trygvi Olsen spældi ikki í fjør, men nú venur hann málið hjá LÍF, sum vann 9?1 í fyrsta dystinum við Hans Mouritsi Foldbo sum venjara.
Leirvíkingar hava vant síðani hálvan februar, og teir tóktust vera hampuliga væl fyri.
Komandi vikuskifti
Sum sagt so verður arbeitt við, at EB/Streymur skal fara suður á Sevmýri fríggjakvøldið. Tað er greitt, at Royn og ÍF skulu spæla sunnudagin. Tann dysturin verður annaðhvørt í Vági ella á Tvøroyri. Tað valdast m.a. úrslitið av dystinum millum TB og EB/Streym.
Vinnarin av TB?EB/Streymi skal spæla á heimavølli móti LÍF. Fríggjakvøldið verður avgjørt, um tað verður á Mølini á Eiði ella á Sevmýri. Um tað verður á Sevmýri, so skilja vit á lagnum, at ætlanin er, at ÍF og Royn skulu spæla í Vági.
Løgmanssteypið
Innleiðandi umfarið
Sunnudagin 12. mars
Royn?Skáli Royn vann uttan dyst
TB?EB/Streymur útsettur
ÍF?AB 7?0 (2?0)
1?0: Bárður á Lakjuni 5.
2?0: Rúni Petersen 40.
3?0: Rúni Petersen 51.
4?0: Ken Bærendsen 66.
5?0: Torstein Joensen 76.
6?0: Henry Petersen 83.
7?0: Alvi Justinussen 85.
LÍF?Fram 9?1 (2?0)
í Gøtu
1?0: Mirek Gil 15.
2?0: Mirek Gil 33.
3?0: Erik Lervig br 49.
4?0: Kristian í Vági 55.
5?0: Kristian í Vági 58.
5?1: Terji Nielsen br 61.
6?1: Jonhard Høgnesen 69.
7?1: Kristian í Vági 76.
8?1: Jonhard Høgnesen 83.
9?1: Mirek Gil 89.