Róðrafelagið hjá NSÍ leggur allar árar í sjógv

Kappróður: Kappróðrarfelagið í Runavíkar kommunu fer í summar at manna fimm bátar við sjey manningum, og eru hetta tvær fleiri enn talan hevur verið um undanfarnu árini. Til endamálið hevur felagið keypt gamla skopuning

Farið er um várjavndøgur. Tað er ein mánaður til flaggdagin, og tá fara kappróðrarbátarnir, sum nú verða pussaðir upp, at síggjast á firðum, víkum og sundum.

Áhugin fyri kappróðrinum tykist vera stórur nógva staðni kring landið, og hann er serliga stórur í summum plássum. Eitt av hesum støðunum er í Runavíkar kommunu. Higartil hevur nýggja róðrarfelagið NSÍ tikið lut í kappróðrinum við trimum bátum ? Tjaldrinum, Sølmundi og Eysturoyingi ? men í ár fer felagið at manna fimm bátar við ikki færri enn sjey manningum.

Umframt teir tríggjar omanfyri nevndu bátarnar fara teir í Runavík í summar eisini at manna Heiðabátin og Toftabátin. Heiðabáturin er áttamannafarið, sum higartil hevur itið Skopuningur. Kappróðrarfelagið NSÍ fekk bátin í fjør.

Teir í kappróðrarfelagnum í Runavíkar kommunu hava rættuliga pussað seksmannafarið upp, soleiðis at hann so at siga er sum nýggjur, nú teir fara at flota hann aftur. Navnið, Heiðabáturin, kemst sjálvandi av, at økið eystanfyri á Skálafjørðinum, sum nú er so fjølbygt, varð kallað ? og verður tað framvegis av nógvum ? í Heiðunum.

NSÍ hevur ikki tikið lut í kappingini millum áttamannafør tey seinnu árini. Stóri áhugin fyri at sleppa upp í part at rógva hevur havt við sær, at felagið hevur verið úti á Toftum og gjørt avtalu um at brúka Toftabátin. Áttamannafarið hjá toftamonnum hevur ikki verið við í kappróðrinum tey seinnu árini.


Flaggskipið

At áhugin fyri kappróðrinum er so nógv øktur á Skálafjørðinum man ikki minst komast av, at Eysturoyingurin, sum felagið fekk fyri tveimum árum síðani, hevur vunnið allar róðrarnar tey bæði seinastu árini. Manningin á 10?mannafarinum skal aftur í ár til Scilly oyggjarnar, og verður farið avstað flaggdagin, 25. apríl. Flestu teirra, sum hava mannað bátin hesi bæði seinnu árini, fara at vera við aftur, tá sett verður á málið, sum er at vinna allar FM róðrarnar trý ár á rað. Tað hevur eingin nakrantíð áður megnað.

Kappróðrarfelagið NSÍ er komið væl áleiðis við nýggjum og stórum neysti, sum verður bygt í gomlu støðni á Glyvrum. Nógv sjálvboðið arbeiðið er lagt í, og nú eru teir komnir so mikið langt, at neystið longu í summar fer at verða karmur um kappróðrarlívið í Runavíkar kommunu.

Sum tað sæst í lýsing í blaðnum í dag, so ætlar felagið nú at fáa sær búmerki.

Tey, sum manna nevndina í felagnum, eru: Sofus T. Hansen, formaður, Rodmundur Nielsen, peningarøkil, Maud Túgvustein, skrivari, Sunvard Vang og Eiler Lamhauge.