Fyribils er stígur komin í hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Wisla Plock tapti í kvøld á heimavølli 0-1 í toppuppgerðini móti Jagiellonia, ið skoraði sigursmálið upp á eitt brotsspark í 82. minutti.
Andrias spældi allan dystin, og hann fekk frá Soccerstand karakterin 6,6 (av 10), ið eisini var miðalkarakterurin fyri alt liðið hjá Wisla Plock.
Jagiellonia hevði bóltin 59 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri royndir innanfyri málrammurnar.
Talan er um annað tapið á rað hjá Wisla Plock, ið fyribils hava mist fyrsta plássið. Wisla Plock er næstfremst í deildini við 16 stigum fyri átta dystir. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, Cracovia sum hevur 17 stig.
Týskvøldið klokkan 19.30 spælir Wisla Plock dyst á útivølli í pólsku steypakappingini móti Katowice.
Tríggjar dagar seinni møtir Wisla Plock aftur Katowice. Tá verður talan um ein heimadyst í bestu deildini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Jagiellonia 0-1 (0-0):
##med2##