FM vinnararnir enda í Sørvági

Eingin uppløgd finala er á skránni í 18. og síðsta leikumfarinum í bestu deildini

Leygardagin søgdu vit frá, at í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður 24. apríl (2. páskadag) fáa meistararnir í KÍ vitjan av NSÍ. Vit søgdu eisini, at nýggja liðið í 1. deild, FS Vágar, í fyrsta umfarinum skal á Svangaskarð.

Leygardagin varð uppskotið til kappingarskrá lagt fyri feløgini, sum hava eina viku at gera viðmerkingar í. Dánjal Andreasen undirstrikaði í blaðnum leygardagin, at tað skulu góðar grundgevingar til at fáa skránna broytta, og hetta endurtók hann á ársaðalfundinum hjá FSF.

Tá kappingarnevndin leggur skránna eru nógv fyrilit at hugsa um. Viðhvørt er veruleikin, at talan í síðsta umfarinum verður um eina rætta finalu um FM ella niðurflyting. At leggja skránna soleiðis at hetta gerst veruleiki er sjálvandi vónleyst, tí tað er á vallunum kring landið og ikki á skrivaraborðinum hjá Dánjali Andreasen, at kappingin verður avgjørd.


Síðsta umfarið

KÍ vann meistaraskapin í fjør, og teir kunnu kalla seg meistarar inntil meistarin í ár 2000 er funnin.

Um klaksvíkingar fara at endurvinna meistaraskapin, so fara teir at fáa steypið handað í Sørvági. KÍ hevur vunnið meistaraskapin seytjan ferðir, men teir hava ongantíð vunnið hann í Sørvági.

Umframt FS Vágar og KÍ verða innanhýsis uppgerðirnar í átjanda umfarinum, sum verður leygardagin 30. september, hesar: B68?GÍ, B36?VB, Sumba?HB og B71?NSÍ.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at eingi av teimum fimm liðunum, sum í fjør endaðu á fimm teimum ovastu plássunum í 1. deild, skulu spæla móti hvørjum øðrum í átjanda umfarinum.

jh