Í 1928 blandaði sosialdemokratiski Javnaðarflokkurin seg uppí, kom á ting við eini sosialdemokratiskari hugsjón, sum ikki hevði stjórnarmálið sum høvuðsmál. Í 1936 kom Vinnuf [...] sum kom á ting gjøgnum Javnaðarflokkin. Vinnuflokkurin bleiv til Fólkaflokkin, tá fólk úr Gamla Sjálvstýrinum kastaðu saman við Vinnuflokkinum um Fólkaflokkin. Støðuna undir krígnum [...] september í 1946. Tað sló Zakariasi Wang fyri bróstið, at vit á hesum stað mikudagin skrivaðu, at fólkaatkvøðan var »demokratisk ivasom«. Tá vit skrivaðu so, er tað tí, at vit halda ikki, at
privatari útvarpsstøð, sum hevur verið sera væl móttikin av lurtarunum, so átti Kringvarp Føroya sjálvandi at gjørt veruligt public service tilfar, sum vit mangla so nógv, og sum lítlar [...] útvarpinum í gjár, skal sendiflatan, sum seinastu tíðina hevur verið gjøgnumsúrgað poppradio – strammast uppaftur meira tann kommersiella vegin. Samstundis boðaði tíðindaleiðarin
hava í lógini, til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. – Og hví ikki tað, kunnu vit spyrja. Hví skal javnstøðulógin ikki fevna um vinnuligt virksemi? Er tað tí, at politiski [...] serliga á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Og júst hesa grundgeving vísa tey bæði til í uppskotinum – og tí vilja tey broyta javnstøðulógina, so hon eisini verður [...] bankaskipan og aðrar skipanir, sum menn hava kollrent. At krevja slíka skipan fyri privata vinnulívið er kanska at fara ov langt, tí hvussu privat fólk skipa seg í privatum nevndum, tað skal tað
møguleikan at brúka sín demokratiska rætt at velja, meðan tey valevni, ið standa felagnum nær, fáa felagið at senda atkvøðuseðlar út til sínar stuðlar. Í stóran mun eru tað vinnukundar, sum atkvøða [...] krevur álit. Við at handla soleiðis, sum felagið ger nú, verður als ikki biðið um álit frá eigarunum – men beint tvørturímóti. Spurningurin er, um ikki politiski myndugleikin eigur at halda
væl. Vit vita eins væl, at illa hevur hepnast at vinna ljóð fyri føroysku sjónarmiðunum í teimum 15 fundunum, sum hava verið um makrelfiskiskapin. Royndin at býta sildafiskiakapin miseydnaðist [...] mangt, sum bendir á, at sildafiskiskapurin hjá føroyingum nú skal brúkast sum kúbein í royndunum at fáa ES at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Í kjakinum á Deadline hjá Danmarks Radio [...] setti til 17. Danmark og hini londini fiska altso 95 prosent og mugu tí eiga sín stóra lut í teirri ovurfisking, sum fer fram. Men danska stjórnin er sum vera man í eini tvístøðu: Skal hon mæla ES til
ætlaðu níggju kommununum. At íløgan kostar 675 mió kr. At orkunýtslan verður minni, tí tað verða færri brekkur, at raksturin verður bíligari, og at øll ætlanin ikki nýtist gerast í senn. Landið [...] av Nesi til Havnar. Sjálvandi hevur ein slík verkætlan nógv spennandi perspektiv í sær, men alfa og omega fyri infrastrukturin í Føroyum er ikki, hvussu skjótt tað skal vera at koma av Toftum til
dugað at skrivað okkara egna mál, og tí hevur tað verið borið av mannamunni. Skriftmálið er í veruleikanum ein hóttan móti dialektum, tí eitt skriftmál einsrættar málið. Um vit bara lesa, so [...] tilvitan, at vit hava varðveitt ymsu brigdini av málinum. Og tað at forfedrar okkara valdu etymologiska skriftmálið hjá Hammershaimb, tá skriftmál okkara varð konstruerað má sigast at vera
Hann stendur í veruleikanum fyri síni størstu avbjóðing nakrantíð. Men klárar hann at gjøgnumføra hesa demokratisku prosessina á ein fullgóðan hátt, so hevur tað ógvuliga stóran týdning [...] meðan ein flokkur – sum vit eru ósamd við – men sum arbeiðir professiónelt, hann gagnar demokratisku prosessini og er við til at menna demokratiið og stuðlar soleiðis undir samfel [...] týdning – bæði fyri flokkin, men eisini fyri demokratisku tilgongdina sum heild. Tað verður sera áhugavert at síggja, hvussu Javnaðarflokkurin kemur ígjøgnum tilgongdina við at velja
mannagongdin við, hvussu atkvøðuseðlar verða býttir út er beinleiðis ódemokratisk, har tað valevnið, ið megnar at fáa Tryggingarfelagið at senda flestar atkvøðuseðlar út, hevur besta kjansin [...] politikarum, tað virkar sum uttanumtos. Formaður Tjóðveldsins, sum annars er eitt »bankakreppuprodukt« sum politikari, kundi væl havt tryggjað hesi viðurskifti, tey seks árini hann ráddi fyri
popularitet og so víðari. Tað skerst ikki burt, at vit eiga at seta politikarunum alsamt størri krøv, og miðlarnir eiga at geva teimum størri mótspæl. Tað vil í síðsta enda stykrja demokratiið [...] skulu raðfesta í krepputíðum. Næst eftir hann fer Marita Rasmussen, sum er MA. í fiskivinnu og Business Administration, at røða um, hvussu vit endurreisa føroyska vinnulívið, meðan Heri á Rógvi [...] ein falskur tryggleiki«. Hann fær tó sítt mótspæl frá Rolf Guttesen, sum er professari í geografi. Hann fer at røða undir heitinum »tí skal ríkisfelagsskapurin varðveitast«. Annað