Men skal Rás2 frameftir vera alternativ til útvarpið hjá Kringvarpinum, má Rás2 leggja á annan bógv. Rásin má fara undir at framleiða typiskt public service tilfar, so sum aktualitets- og bakgrundstilfar, perspektiviserandi sendingar, smalar tónleikasendingar, ungdómssendingar og mentanarsendingar.
Tí nú er útvarpið hjá Kringvarpinum blivið poppradio nummar tvey í Føroyum. Sambært fráboðan í útvarpinum í gjár, skal sendiflatan, sum seinastu tíðina hevur verið gjøgnumsúrgað poppradio – strammast uppaftur meira tann kommersiella vegin.
Samstundis boðaði tíðindaleiðarin frá, at tey fáa ikki gjørt skránna lidna enn, tí sponsorarnir fyrst skulu góðtaka innihaldið!
Hetta er okkara almenna kringvarp anno 2013. Hetta er tað, sum føroyingar skulu gjalda 60 milliónir krónur fyri um árið!
Í staðin fyri at leggja seg á sendiflatuna hjá eini lítlari privatari útvarpsstøð, sum hevur verið sera væl móttikin av lurtarunum, so átti Kringvarp Føroya sjálvandi at gjørt veruligt public service tilfar, sum vit mangla so nógv, og sum lítlar privatar útvarpsstøðir ongan kjans hava at framleiða.
Nú má bjørnin, sum liggur og snorksvevur í Mentamálaráðnum vakna. Bjørnin má krevja, at Kringvarp Føroya heldur seg til tann sáttmála, sum stovnurin hevur gjørt við Mentamálaráðið. Og Bjørnin má tryggja, at ein almennur stovnur letur privatar miðlar fáa frið at virka!
Vit krevja meira fyri kringvarpsgjaldið, enn at tveir plátuvendarar skulu stýra almenna kringvarpinum.