Myndina av kavbávrakinum eigur Kystverket

Soleiðis kann 80 ára gamli kavbáturin tryggjast

Metingar, sum áður eru gjørdar av vrakinum, hava víst á, at torpedo'irnar, sum eru í U-864, kunnu spreingjast, um trýst verður lagt á vrakið við sand-ella gróttilfari

Myndina av kavbávrakinum eigur Kystverket

Stríðið í Noregi um, hvat skal gerast við vrakið av gamla týska kavbátinum, U-864, sum liggur á botni útfyri Fedje á norska vesturlandinum, hevur fingið eina nýggja vend.

 

Eftir ár við áhaldandi kjaki um kavbátavrakið og tey 67 tonsini av eitrandi kyksilvuri, sum skulu vera í vrakinum, hevur norska Kystverket nú fingið eina vandagreining frá Forsvarets Forskingsinstitutt (FFI).

 

Niðurstøðan í greiningini er, at best er, at kavbátavrakið sleppur at liggja í friði og verður dekkað við umleið 15 metrum av sandi, soleiðis at vrakið verður forseglað.

 

FFI heldur, at eitt so tjúkt lag av sandi fer at kvæla og dempa eina møguliga spreinging, sum kundi havt við sær, at kyksilvurið fer út í havumhvørvið.

 

Forsvarets Forskingsinstitutt heldur eisini, at vrakið tolir eina slíka nøgd av sandi, sum eisini skal fyllast inn í vrakið, ið hevur ligið við havsins botn í meira enn 80 ár.

 

Metingar, sum áður eru gjørdar av vrakinum, og hvussu trupuleikarnir við U-864 skulu loysast, hava áður víst á, at torpedo'irnar kunnu spreingjast, um trýst verður lagt á vrakið.

 

##med2##

 

Men, FFI-granskarar halda ikki, at hetta fer at henda. Í nýggju frágreiðingini verður sagt, at smáir møguleikar eru fyri, at torpedo'irnar fara at spreingjast av hesi orsøk.

 

Tað er norska kringvarpið, NRK, sum skrivar um málið, og meira um hetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri:

 

https://www.nrk.no/vestland/ny-rapport-om-u-864_-treng-eit-15-meter-tykt-sandlokk-for-a-kvele-torpedo-frykta-1.17909225

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndina av kavbávrakinum eigur Kystverket