»Vit hava ikki dugað nóg væl. Tað er orsøkin til, at bankin fór«, staðfesti Odd Bjellvåg, nevndarformaður á tíðindafundi í gjárkvøldið - beint eftir at staðfest varð, at Finansiel Stabilitet yvirtekur bankan.
Tað skal valdast vána stýring, og tað er helst væl skilligt, at landið ikki vildi taka um endan, tá útlit kanska vóru fyri enn størri tapi fyri landskassan. At orðaskiftið nú fer at snúgva seg um fíggjareftirlit og vantandi innlit hjá føroyskum politikarum, tað virkar sum uttanumtos. Formaður Tjóðveldsins, sum annars er eitt »bankakreppuprodukt« sum politikari, kundi væl havt tryggjað hesi viðurskifti, tey seks árini hann ráddi fyri borgum í Tinganesi. Fíggjarmálaráðharrin og løgmaður hava helst bara handlað út frá veruleikanum, sum hann er. Vónandi spyrt ikki eitt køvandi kegl burtur úr hesum, hóast politiska skipanin nú má taka seg saman og tryggja viðurskiftini kring fíggjarstovnar framyvir.
Tað er nógv, sum nú talar fyri, at Tryggingarfelagið Føroyar verður partur av nýggja bankaeigaranum. Sambært Jørn Astrup Hansen er tað mest sum ein vanlukka, at Sparikassar sluppu at broyta seg til bankar, uttan at bygnaðurin kring felagið varð broyttur. Hetta tí at tað gav leiðsluni sjálvari alt ov víðar heimildir, tí tað í veruleikanum var leiðslan, sum stýrdi nevndini - og ikki øvugt.
Er talan ikki um júst sama trupulleika í Tryggingarfelagnum? Nevndin er jú vald av umboðsráðnum, sum er eitt alt ov stórt og tungt apparat til at flyta nakað sum helst. Mest sum ein gomul kommunistisk leivd, ið verður samantvinnað við eina modernaða marknaðardrivna fyritøku. Skipanin við umboðsráðnum er í heila tikið marghátlig, og mannagongdin við, hvussu atkvøðuseðlar verða býttir út er beinleiðis ódemokratisk, har tað valevnið, ið megnar at fáa Tryggingarfelagið at senda flestar atkvøðuseðlar út, hevur besta kjansin. Hví kann felagið ikki senda øllum tryggingartakarum atkvøðuseðil, so øll fáa sama møguleika at velja?
Skal TF Holding keypa Eik - kanska saman við landsstýrinum - so má tað vera eitt krav, at Tryggingin sjálv verður umskipað soleðis, at hon lýkur tær organisatorisku reglur, sum galda fyri eina sunna fyritøku á privata marknaðinum.
Astrup spyr, um vit einki hava lært av 1992. Vit hava so ikki lært nóg mikið. Men vit mugu ikki skapa eina nýggja organisatión, har tað er stjórnin, sum stýrir nevndini.










