Í 1928 blandaði sosialdemokratiski Javnaðarflokkurin seg uppí, kom á ting við eini sosialdemokratiskari hugsjón, sum ikki hevði stjórnarmálið sum høvuðsmál. Í 1936 kom Vinnuflokkurin, kanska sum eitt mótspæl til arbeiðararørsluna, sum kom á ting gjøgnum Javnaðarflokkin. Vinnuflokkurin bleiv til Fólkaflokkin, tá fólk úr Gamla Sjálvstýrinum kastaðu saman við Vinnuflokkinum um Fólkaflokkin.
Støðuna undir krígnum kenna vit, tá Fólkaflokkurin var ein tingmann frá meirilutanum. Ein av tingmonnunum hjá Javnaðarflokkinum hevði betur hug á Fólkaflokkinum, og tað endaði alt við fólkaatkvøðuni um loysing ella samband 14. september í 1946.
Tað sló Zakariasi Wang fyri bróstið, at vit á hesum stað mikudagin skrivaðu, at fólkaatkvøðan var »demokratisk ivasom«. Tá vit skrivaðu so, er tað tí, at vit halda ikki, at tilgongdin ella viðgerðin ella fólksliga luttøkan kring fólkaatkvøðuna var nóg rímulig. Men tað er nú ikki so nógv tað, sum vit hava áhuga í at viðgera. Tað er so mangur, sum hevur vrakað hasa fólkaatkvøðuna, so tað nýtist okkum í dag ikki at kjakast um.
Men vit halda so avgjørt ikki, at hendan fólkaatkvøðan kann brúkast sum grundarlag fyri fólksins støðu í dag. Tað er ikki rætt at grunda fólksins støðu á eina út við sjeyti ára gamla fólkaatkvøðu, sum varð vrakað, og hvørs týdningur annars er fánaður, tí allir flokkar í praksis hava góðtikið ta heimastýrislóg, sum nakrir flokkar samtyktu í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni.
Men sjálvandi er tað fólkið í Føroyum, sum skal taka avgerð um okkara framtíð – eisini um okkara framtíð í danska ríkinum. Tí er tað spell, at arbeiðið í stjórnarskipannarnevndini eftir øllum at døma er farið fyri bakka. Tað allar besta var, at allir flokkar á tingi kundu komið til eina felags støðu. Men tað ber helst ikki til, og tí minnir støðan í so máta eitt sindur um støðuna í 1946, at vit ikki ein gong kunnu semjast um, hvussu tilgongdin skal vera til avgerðina, sum annaðhvørt loysir okkum frá ríkinum ella sigur, at vit góðtaka at vera partur av ríkinum og harvið eisini av donsku grundlógini.
Men tað er ikki neyðugt at gera tað so innviklað. Tá tingfólk ikki megna at finna eina semju – nú tey hava roynt tað besta tey kunna í 13 ár, lat okkum so fáa hasa fólkaatkvøðuna, so politikararnir kunnu fara til arbeiðis – innan ella uttan fyri ríkisfelagsskapin!