ODDAGREIN: Meira dygd í floksarbeiðið

Tað var á­huga­vert at hoyra teir báð­ar frá­farnu høvd­ing­ar­nar í før­oysk­um pol­i­tikki, Jó­ann­es Eid­es­gaard og An­finn Kalls­­berg í Eygsjón í gjár kjakast um, hvørt før­oysk­ur pol­i­tikk­ur hev­ur flutt seg til at snúgva seg um ein­stak­ling­ar held­ur enn um flokk­ar. Tað hildu teir báðir, og rætt er tað.

Før­oyskur politikkur snýr seg al­samt meira um persónar, og pol­i­tik­ar­ar gera sær meira og meira dælt av hes­um.
Vit kunnu spyrja, hví so er. Í Eyg­sjón var svar­ið, at tað er val­skip­an­in – tað at Før­oyar eru eitt val­dømi, sum er or­søk­in til, at sjálv­søkni fyll­ir meira í før­oysk­um politikki.
Tað kann hava sína lutfalsligu or­søk. Men ein annar stórur trup­ul­leiki er, at flokk­ar­nir í sær sjálvum eru ov veik­ir. Meðan almenna um­sit­ing­in er støð­ugt ment, so eru pol­it­isku flokk­ar­nir skip­aðir eins og teir altíð hava verið. Har eru leik­fólk, sum stjórna og gera tað mesta ar­beiði sjálv­boð­ið, og tað ber sjálv­andi ikki til við teim­um krøv­um, sum eiga at verða sett­ar til slík­ar skip­an­ir, sum pol­it­isku flokk­a­­­­r­nir eru. Vit kunnu verða samd ella ósamd við ymsu pol­it­isku flokk­ar­nar, men flokk­ar, sum ar­beiða ó­pro­fess­i­ón­elt, teir eru til mikl­an skaða, meðan ein flokk­ur – sum vit eru ósamd við – men sum ar­beiðir pro­fess­i­ó­nelt, hann gagnar dem­o­krat­isku pro­sess­ini og er við til at menna demo­kra­ti­ið og stuðl­ar so­leið­is und­ir sam­fel­ags­menn­ing­ina. Tí eiga res­urs­ir at verða settir av, so pol­itisku flokk­arnir kunnu skip­ast á ein­um nøkt­andi grund­ar­lag.
Javn­að­ar­flokk­ur­in er á ein­um rætt­i­liga týð­andi veg­a­móti nú. Hann stend­ur í ver­u­leik­a­num fyri síni størstu av­bjóð­ing nakr­an­tíð. Men klár­ar hann at gjøgn­um­føra hesa dem­o­krat­isku pro­sess­ina á ein full­góð­an hátt, so hev­ur tað ógv­u­lig­a stór­an týdn­ing – bæði fyri flokk­in, men eis­ini fyri dem­o­krat­isku til­gongd­ina sum heild.
Tað verður sera á­hug­­a­vert at síggja, hvussu Javn­að­ar­flokk­ur­in kem­ur í­gjøgn­um til­gongd­ina við at velja nýggja for­mann ella for­kvinnu, og hvussu nýggja leiðsl­an fer at megna at markera flokk­in fram til løg­tings­val­­ið. Javn­að­ar­flokk­ur­in er rík­asti flokk­ur í Før­oyum, eig­ur nógv­ar mill­i­ón­ir krón­ur á bók. Ein nýggj ung leiðsla í Javn­að­ar­flokk­i­num hev­ur tí all­ar møg­u­leik­ar at seta dags­skránna við javn­að­ar­pol­itikki, eins og gjørt verð­ur í øllum grannalondum. Tá tað ber til í Íslandi, í Onglandi, í Nor­eg og í Danmark. Hví skal tað so ikki bera til í Føroyum.
At tíðin er farin frá ávísum flokk­um, tað er fjas. Tað snýr seg bara um at duga at halda fokus – og duga at hava samband við fólkið.