Og meira vit hugsa um tað, so er tað sera løgið, at meginparturin av løgtinginum fer upp á gartera, tá nakrir einstaklingar koma við einum góðum hugskoti um at gera tunnilin undir Tangafirði av Nesi til Havnar.
Sjálvandi hevur ein slík verkætlan nógv spennandi perspektiv í sær, men alfa og omega fyri infrastrukturin í Føroyum er ikki, hvussu skjótt tað skal vera at koma av Toftum til Havnar.
Og bara tað, at lokalir tingmenn hálova púra ókritiskt eini slíkari verkætlan og garantera, at hetta er tað besta, eigur at fáa tey, ið evsta vald hava, at umhugsa hetta av nýggjum. Húsagangurin hjá Eik Banka legði fyribils fót fyri verkætlanini, og hann verður helst eisini høvi til, at løgtingið nú kann endavenda øllum málinum.
Verkæltanin er kanska eitt úrslit av sínari tíð, tá bankastjórar og advokatar kundu lokka skipseigarar til handlar í hundraðtalsmillióna klassanum. Hví so ikki gera ein tunnil fyri eina milliard? Og tá so nevndarlimirnir fingu nakrar hundraðtúsnd krónur í partapeningi eisini, so áttu øll at verið glað... ella hildu vit, at trøini vuksu inn í himmalin?
Ting- og landsstýrisfólk við ábyrgd eiga nú at hugsa seg um av nýggjum. Øll eiga sjálvandi at lesa greinina hjá Frank Hansen, har hann eitt nú vísir á, at við at gera eina aðra høvuðsfarleið á meginøkinum, sum styttir farleiðina úr Havn til Gøtu, Fuglafjarðar, Leirvíkar og Norðoyggjar líka nógv sum Skálafjarðartunnilin - og at tað fer at taka 35 minuttir at koyra úr Havn til Klaksvíkar. At farleiðin fer at ganga ígjøgnum seks av teimum ætlaðu níggju kommununum. At íløgan kostar 675 mió kr. At orkunýtslan verður minni, tí tað verða færri brekkur, at raksturin verður bíligari, og at øll ætlanin ikki nýtist gerast í senn.
Landið eigur sjálvandi ikki at lata privatum eina so stóra verkætlan soleiðis upp á gjøt. Bara tað at málið verður eitt stríðsmál millum norðoyingar og vágafólk móti hinum sigur, at málið er als ikki búgvið. Sjálvandi skulu vit øll vera felags um útreiðslurnar av samferðslunetinum, og ein slík verkætlan, sum Skálafjarðartunnilin, skal sjálvandi verða partur av eini skilagóðari landsætlan, so ein so stór íløga kemur at gagna øllum landinum.