ODDAGREIN: Kvinnu eins væl og mann

Tað er eitt áhugavert mál, sum løg­ting­ið skuldi viðgera í dag – uppskotið frá Bjørt Samuelsen, ting­­kvinnu fyri Tjóð­veldi, og Aks­­eli V. Johannesen, for­manni Javn­að­ar­floks­ins um broytingar í javn­støð­u­lóg­ini so­leiðis, at hon eisini fer at fevna um part­a­fel­øg, har tað al­menna vel­ur fólk í nevndir.

Lógin frá 1994 er nettupp ikki gald­andi fyri partafeløg.
CEDAW nevndin hjá ST (nevnd­in móti kyns­mis­muni) vísti í sei­n­astu frá­greið­ing síni á, at mynd­ug­leik­ar­nir kunnu gera meira fyri at fremja javn­støðu í Før­oy­um – og nevnd­in mæl­ir bein­­leið­is til at fremja kyns­rætt­an í fyri­sit­ing­ar­lig­um og løg­frøð­i­lig­um ar­beiði og seta fyri­bils kvotu­skip­an­ir í verk fyri at stimbra til­gongd­ina móti full­ari javn­støðu. Og her vís­ir nevnd­in ser­liga á mangl­andi javn­støð­u­na á al­menna og priv­ata ar­beiðs­markn­að­i­n­um.

Og júst hesa grundgeving vísa tey bæði til í upp­skot­i­num – og tí vilja tey broyta javn­støð­u­lóg­ina, so hon eis­ini verð­ur gald­andi fyri part­a­fel­øg, sum tað al­menna vel­ur fólk í.
Soleiðis mælir hendan nevndin til at víðka kvotu­skip­an­ina, sum vit longu hava í lóg­ini, til eisini at fevna um vinn­u­ligt virk­semi hjá tí al­menna.

– Og hví ikki tað, kunnu vit spyrja. Hví skal javn­støð­u­lóg­in ikki fevna um vinn­u­ligt virk­semi? Er tað tí, at pol­i­tiski mynd­ug­leik­in held­ur, at so væl spæl­ir klav­er­ið kort­ini ikki: Gott nokk skulu vit lata kvinn­ur­nar sleppa fram­at, men ikki tá tað snýr seg um vinnu­ligt virk­semi, tí har vita menn­inir best?

Hetta er ein avoldaður hugs­un­ar­hátt­ur, sum tí­verri hev­ur fast­a­tøk­ur nógva staðni í pol­itisku skip­an­ini. Men har­fyri er hann ikki rætt­ur. Okk­ara pol­it­iska skip­an er eitt gott dømi um eina mans­dom­i­ner­aða ­skip­an, sum lít­ið er at reypa av. Sama kunnu vit siga um okkara bank­a­skip­an og aðr­ar skip­an­ir, sum menn hava kollrent.

At krevja slíka skipan fyri priv­ata vinn­u­lív­ið er kanska at fara ov langt, tí hvussu privat fólk skipa seg í priv­at­um nevnd­um, tað skal tað al­menna ikki blanda seg uppí. Men tá ein tilvildarligur – og ofta ikki ser­liga kom­pe­tent­ur – lands­stýr­is­mað­ur skal manna vinnu­liga nevnd við al­menn­um um­boð­um, so er einki argu­ment fyri at víkja und­an javn­støð­u­lóg­ini. Em­bæt­is­(manna­)v­eld­ið megn­ar eins væl at finna skikk­aða kvinnu sum mann.

Men trupulleikin er og verður hin sami: Har kvinn­ur skulu fáa vald, har skulu menn missa vald. Tað er tað, sum er so ringt. Og tað er tað, sum svíð­ur so illa – hjá summ­um monn­um. Men tað er tað, sum skal broyt­ast til tess at fáa eitt rætt­vís­ari og dem­o­krat­isk­ari sam­fel­ag all­an veg­in í­gjøgn­um.