ODDAGREIN: Kærleiki fyri 4 mió krónur

»Gunnar í Liða velur kærleikan fram um pengarnar«.
Soleiðis skrivaði Portalurin 29. ok­t­ober í fjør, tá Gunnar í Liða boð­aði frá, at hann legði frá sær sum stjóri í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Før­oy­ar. Kanska hevur hann valt kær­leik­an, men hann hevur so sannilga eis­­ini valt peng­ar­nar. Tí nevndin í Tryggingarfelagnum er so góð við Gunnar í Liða, at hann hevur fingið fýra milliónir afturfyri at fara frá!

Nevndarlimirnir í Trygg­ing­ar­fel­ag­num hava eisini sambært Dimma­lætti­ng hækkað sínar egnu sam­sýn­ing­ar við meiri enn eini helvt, so at teir í miðal fáa 300.000 krónur um ár­ið fyri at sita í nevndini.

So seint sum síðsta fríggjadag feldi um­boðs­ráð­ið hjá fela­g­n­um eitt upp­skot um at demo­krat­i­sera val­­ið av um­boðs­ráð­num. Skip­an­in er gjørd so fløkt, at teir allar flestu eig­ar­ar­nir ikki velja til umboðsráðið og ikki fáa møguleikan at brúka sín dem­o­krat­iska rætt at velja, meðan tey val­evni, ið standa felagnum nær, fáa fel­agið at senda at­kvøð­u­seðl­ar út til sín­ar stuðl­ar. Í stóran mun eru tað vinn­u­kundar, sum at­kvøða, tí teir hava fleiri atkvøður.

Tað sum hesi góðu fólk gloyma er, at tað er van­ligi før­oy­ing­ur­in, sum eig­ur Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Før­oy­ar, TF Hold­ing, Eik Banka og alt, sum har­til hoyr­ir, tí talan er um eitt sína­mill­um trygg­ing­ar­fel­ag, sum allir tryggingartakarar eiga á líka føti í mun til tryggingargjaldið. Men við at leggja seg so­leið­is á makt­ina, so megna nakr­ir persónar at halda seg til, og tí ber tað til at hækka sín­ar egnu sam­sýn­ing­ar so nógv, og at geva ein­um stjóra fýra mill­i­ón­ir aft­ur fyri at fara frá – og so at prem­i­era hann við velja hann sum for­mann í nevnd felagsins. Og sum nýggj­an stjóra setur nevndin so bara ein ann­­an nevnd­­ar­­lim. Álvaratos, hvat er tað, sum hendir? Er alt avtalað spæl?

Eftirhondini kenna vit øll søg­una um Eik Banka. Søg­una um ein grunn, sum átti meiri­lut­an av bank­a­num og sum varð stýrd­ur av nevnd og stjórn.

Tað end­aði galið, so galið, at nógv­ir blá­oygd­ir før­oy­ing­ar hava mist dýrt­kent­an sparipening, sum nakrir marg­læt­is­tjór­ar og nevndarlimir hava brúkt at gambla við. Og hvat ger man við teir stjórarnar, jú teir verða sendir til hús við fleiri milliónum í reyvalummanum.

TF Holding er vorðin ein ris­a­stór­ur ak­tør­ur á før­oyska fíggj­ar­markn­að­i­num. Tað krev­ur á­byrgd, og tað krev­ur álit. Við at handla soleiðis, sum fel­ag­ið ger nú, verður als ikki bið­ið um á­lit frá eig­ar­u­num – men beint tvør­tur­í­móti.

Spurningurin er, um ikki politiski mynd­ug­leik­in eig­ur at halda eitt vak­ið eyga við, hvussu hesi fólk fara við fólks­ins ogn.