ODDAGREIN: Onnur á politiska dagsskrá

Lagt er upp til eitt sera áhugavert til­tak í Norð­ur­land­a­hús­i­num í ann­að­kvøld, tá onn­ur enn pol­it­ik­ar­ar fara at seta dám á eitt ikki sørt pol­it­iskt til­tak. Tað er miðla­mað­ur­in Heini í Skorini, sum skip­ar fyri til­tak­i­num – og sum hann sjávl­ur sig­ur, so er tal­an um til­tak, har onn­ur enn pol­it­ik­ar­ar skulu seta sín dám á val­stríðið.

Fyrsta evnið eitur »loysing ella sam­band«. Har fer fyrst Ronnie Thom­a­sen, sam­fel­ags­frøð­ing­ur, at halda eitt innlegg, sum hann kall­ar »tí er Dan­mark ein falsk­ur trygg­leiki«. Hann fær tó sítt mót­spæl frá Rolf Gutt­e­sen, sum er pro­fess­ari í ge­o­grafi. Hann fer at røð­a und­ir heit­i­num »tí skal rík­is­fel­ags­skap­ur­in varð­veit­ast«.
Annað evnið hevur heitið »Havn­in ella út­jað­ar­in«. Her hev­ur fyr­i­reik­ar­in fing­ið Jó­ann­es Jac­ob­sen, Ph.D. í bú­skap­ar­frøði, at tosa und­ir heit­i­num »tí skulu Før­oy­ar mið­savn­ast«. Hans­ara mót­spæl verð­ur frá Sám­ali Mat­r­as Krist­i­an­sen, sam­fel­ags­frøð­ing­i, sum hev­ur eitt inn­legg, sum hann kall­ar »tí skal út­jað­ar­in eis­ini menn­ast«.
Síðsta evnið verður um, hvussu vit fáa bús­kapin end­ur­reist­an. Her verða trý inn­legg. Tann fyrsti verð­ur Johnn­y í Grót­i­num, bú­skap­ar­frøð­ing­ur, sum fer at røða um, hvussu vit skulu rað­festa í krepp­u­tíð­um. Næst eft­ir hann fer Mar­ita Ras­mus­sen, sum er MA. í fisk­i­vinnu og Business Administration, at røða um, hvussu vit endurreisa føroyska vinn­u­lív­ið, með­an Heri á Rógvi, bú­ska­p­ar­frøð­ing­ur, sum tann síðsti fer at røða um, hvussu heim­s­ins dýr­asta land verð­ur bíligari at liva í.
Fundarfólkið sleppur eisini til orð­anna við spurn­ing­um. Tað á­hug­a­verda við hes­um til­tak­i­num er, at vit fara at hoyra nøk­ur væl skikk­að fólk – sum ikki hava pol­it­isk­ar am­bi­ti­ón­ir, siga teirra hugsan um, hvussu pol­itiska dags­skrá­in eig­ur at verða sett.
Tað er eisini rætt, sum Heini í Skorini sigur, at politikkur hev­ur alt ov stór­an týdn­i­ng til, at pol­it­ik­ar­ar­nir eins­a­mall­ir skulu um­sita hann. Tað er sera á­huga­vert ­at hoyra, hvørji sjón­ar­mið og mei­n­ing­ar um pol­itikk kom­pe­tent fólk hava, sum ikki eru tengd at parta­politiskum bind­ing­um, sum ikki dyst­ast um has­ar 33 sess­ir­nar í ting­i­num, og sum ikki hava fyri neyð­ini at hugsa um at­kvøð­ur, velj­ar­a­seg­ment, po­p­u­la­ri­tet og so víðari.
Tað skerst ikki burt, at vit eiga at seta pol­i­tik­ar­u­num alsamt størri krøv, og miðl­arnir eiga at geva teim­um størri mót­spæl. Tað vil í síðsta enda stykrja dem­o­kra­ti­ið. Tí er eitt slíkt pol­it­it­iskt til­tak – utt­an pol­i­tik­ar­ar – sera kær­kom­ið mitt í val­stríð­num.