Ummæli: Prima Facie - DFC og Ljós í myrkri

Aja, eg átti at vitað av, at mann skal líta á listina. Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast, hann verður bert framførdur fáar ferðir.

So vóru tey aftur her, Det Ferösche Compagnie við enn einum feskum altjóða, áleikandi aktuellum leiki, sum verður framførdur mitt í Havn á góðum føroyskum máli. - Tað er leikurin Prima Facie, sum australski rithøvundurin og fyrrverandi sakførarin Suzie Miller skrivaði í 2019. Leikurin er framførdur í London, á Broadway og kring heimin tey seinastu árini eins hann er virðisløntur fleiri ferð.

 

Prima Facie er ein einkvinnuleikur við Kristinu Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum. Hon spælir sakføraran Tessu Ensler, ið hevur stóra succes við at vinna neyðtøkumál sum gløggur og effektivur verji hjá teimum ákærdu.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummælið av leikinum Prima Facie.

 

Hon sigur víðari:

 

Tá eg trein út úr Perluni í leygarkvøldið við øllum tess bláa vikuskiftissigarettroyki og skiftandi anga av luktilsum, kom mær til hugs, at Prima Facie í grundini er eitt slag av problemteatur, ið viðger og problematiserar eitt aktuelt samfelagsmál soleiðis sum vit síðan nýbrotið hava upplivað tað í leikum hjá Henrik Ibsen, og sum ikki minst í sjeytiárunum fekk ringt orð á seg, tí tað skuldi eitast at vera meira samfelagsligt enn listaligt. Eg nevni hetta sum eitt fyrivarni bara tí eg havi varhugan av, at onnur fólk eru eitt sindur sum eg sjálv og tískil kunnu finna uppá at raðfesta sína dýrabæru tíð uttan um ein leik, ið snýr seg um eitt so mikið ótespiligt evni sum órættvísi í sambandi við kynsligan ágang. Det Ferösche Compagnie hevur í sambandi við leikin samstarvað við Javnstøðunevndina, Sig Frá verkæltanina hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Kvinnuhúsið og Neyðtøkutilbúgvingina í Sjúkrahúsverkinum – við hesum gerst evnið eisini sera ítøkiligt og veruligt. Um eg ikki var boðin til leikin sum ummælari, veit eg ikki um eg hevði farið. Hetta kemst eisini av, at eg frammanundan haldi meg vita, at rættarskipanin hevur eina patriarkalska kjarnu og harvið ikki havi tørv á at fáa lisið og konuspleynað okkurt, eg longu veit av. Aja, eg átti at vitað av, at mann skal líta á listina. Nú havi eg verið til Prima Facie hjá DFC og viðmæli øllum inniliga at fara til leikin sum skjótast, hann verður bert framførdur fáar ferðir.

 

Hetta sigur Kinna Pulsen millum annað. Og hon skrivar eisini soeliðis:

 

Tað besta við leikinum eru nuansurnar og at ljós onkursvegna hómast í myrkrinum.

 

Alt ummælið kann lesast her: Prima Facie - DFC og Ljós í myrkri — Listaportal