Kyndilskvinnur skulu aftur spæla FM-finalur í SMS-deildini.
Í dag vann Kyndil í seinnu FM-hálvfinaluni ein knúsandi 42-25 stórsigur á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda 17-12.
Í FM-finalunum møtir Kyndil antin H71 ella VÍF. Har er støðan 1-0 til VÍF. Liðini spæla seinnu/aðru FM-hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 19.
Turið Arge Samuelsen var við 11 málum toppskjútti hjá Kyndli. Við sjey málum var Ró Reginsdóttir toppskjútti hjá Neistanum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá seinnu FM-hálvfinaluni millum Kyndil og Neistan:
##med2##












