Einasta loysnin á hesum »trupulleikum« er, at almennu pengarnir verða javnt býttir millum allar føroyingar á tann hátt, at almennu størvini verða flutt úr Havnini, út hagar, har onki virksemi er. Á hendan hátt [...] Trýstið á Havnina er so stórt, at ikki ber til at hýsa teimum fólkum, sum alsamt flyta til Havnar. Politikkarar í Havn og aðrastaðir eru á einum máli um, at okkurt má gerast. Tað almenna má koma uppí leikin [...] Øll eru tey á einum máli um, at Havnin er miðdepilin, tann náttúrligi miðdepilin, har alt virksemi skal vera, bæði alment og privat. Havnin hevur jú eisini øll tey frítíðartilboð, sum fólk nú á døgum krevja
Næmingabústaðir Tvøroyrar Býráð hevur ikki ligið á latu síðini, síðani tað varð gjørt av at leggja nýggja almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri. Fyrst legði býráðið eitt stórt arbeiði í at útvega skúlanum [...] tekur tað í álvara, at Almanna- og heilsuskúlin er komin á Tvøroyri, vónar hann, at Mentamálastýrið tekur málið í líka stórum álvara og setir pening av á næstu fíggjarlóg, so at farast kann undir at byggja [...] ætla vit okkum undir at byggja eitt hús við næmingaíbúðum, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hann sigur, at ætlanin er ikki komin so langt enn. Men kortini er tað komið so frægt í eygað,
Um vikuskiftið hittust javnaðarfólk til stevnu á Svangaskarði á Toftum. Hetta er fimta árið á rað, at Javnaðarflokkurin skipar fyri summarstevnu. Hans Jørgensen, skrivari hjá Javnaðarflokkinum, sigur, [...] stevna verður í tí sambandinum. Fyrsta summarstevnan av hesum slag varð hildin á Sandi í 1997. Tann næsta var á Tvøroyri í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Petur Mohr Dam varð føddur, tann triðja [...] hugtakandi, sigur Hans Jørgensen Leygarmorgunin hittust fólk aftur til morgundrekka á Svangaskarði, áðrenn farið varð til gongu út á Eystnes við Sigfred Johannesen sum ferðaleiðara. ? Hetta var ein góður túrur
hon fær onkrar uppgávur komandi tíðina. Hon er longu biðin um at spæla á eini konsert á jóansøku, og okkurt annað verður eisini á skránni í summar. ? Tað hevði verið gott, um hesin sigurin kundi gjørt [...] gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri. ? Hetta er triðju ferð, at eg var við í finaluni og fyrstu ferð, at eg ikki fór eftir sigrinum. Tí kom tað fullkomiliga óvart á meg, at eg vann, sigur Guðrun. [...] finaluna. Tvær ferðir er hon endað sum nummar 2, men í ár tók hon avgerandi stigið upp á toppin. ? Allir finalistarnir stóðu á pallinum, tá úrslitið skuldi kunngerast leygarkvøldið. Eg stóð eitt sindur aftanfyri
fyri at sleppa upp útbyggingarhámarkið hjá Landsstýrinum, er eitt sindur av hugflogi. Hann vísir m.a. á, at síðani hámarkið varð sett í gildið, hava fleiri kommunur funnið ymsar kynstrigar útvegir fyri at [...] kommunur limir. Í Føroyum eru 48 Kommunur, men seks tær størstu kommunurnar, Tórshavn, Klaksvík, Vágur, Tvøroyri, Runavík og Fuglafjarðar kommunur eru limir í Kommunusamskipan Føroya. Samstundis eru Hósvíkar-
nevniliga, at skúlarnir fáa alt, alt ov fáar tímar. Boðini úr Mentamálastýrinum hava elvt til telefonstorm á Lærarafelagið frá ørkymlaðum og vónleysum skúlaleiðslum, sum ikki vita síni livandi ráð, hvussu tær [...] samstundis lúka tey lógarkrøv, sum fólkaskúlalógin áleggur skúlunum ?Hetta hevur rættiliga loypt ræðslu á bæði skúlaleiðslur og lærarar, tí tað letur seg rætt og slætt ikki gera at halda lógir og avtalur við [...] eyka. Hesin útrokningarhátturin ger, at teir skúlarnir, sum hava eina millumstødd, eitt nú Vágur, Tvøroyri, Vestmanna og Giljanes, eru út av lagi illa fyri við tímum. Men eisini teir smæstu og teir stóru
mill. eru avsettar á verandi fíggjarlóg, men landstýrismaðurin sigur nú, at verkaætlanin skal útsetast og tað hevur eisini verði ætlanin alla tíðina, tí tað er einki avsett til berghol á fíggjarætlanini fyri [...] hesu fáu mál vísa, at suðuroyggin er koyrd út á eitt síðuspor av verandi samgongu og at teir ikki hava viljan til, at Suðuroyggin og tey sum búgva her, koma upp á sama støði sum restin av Føroyum. [...] Finnleif Guttesen Tvøroyri ??????????????????????????????????? Hetta er niðurlagi hjá verandi samgongu. Vit sum búgva í Suðuroy kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at samgongan heldur at Suðuroy og
bygdarhúsinum á Strondum fyri at ynskja tillukku. Grýturætt-ur var á skránni. Nú fáa vit at síggju, hvussu tað verður annað leygarkvøld, tá teir fara at koma aftur av jóansøkuni á Tvøroyri. [...] siga kom upp á pláss. Hetta sigur Heri Joensen, sum í fleiri ár hevur róð við Stráluni. Manningin er í góðum aldri. Teir eru allir ímillum 19 og 22 ár. Ragnar, sum er úr Oyndarfirði, stýrir. Á lærinum sita [...] ferðini, men teir fótaðu sær aftur, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd ella so. ? Vit høvdu eitt sindur ilt við at fylgja við, hvussu tað sá út. Á norðoyarstevnu liggja bátarnir ikki eftir
stendur fyri. Og nú hevur so Karsten Hansen gjørt av at tað skal verða deildin hjá Toll- og skatt á Tvøroyri, sum skal umsita innkrevjingina. Fleiri fólk Barsilsskipanin kom í gildi 1. juni. Allir løntakarar [...] Karsten Hansen sigur, at tað er ringt at siga, hvønn týdning hetta fær til Toll- og skattstovuna á Tvøroyri. ? Men tað er greitt, at tað verður brúk fyri meiri fólki. Um tað verða eitt ella tvey, ella hvussu
Næmingar av Tvøroyri og úr Vági leiktu saman á messingljóðføri og framførdu »Amazing Grace«. Steven Foggin hevur verið lærari hetta árið, og nú er so mikið væl áliðið, at rættulig ferð helst kemur á næsta skúlaár [...] Børnini hava hegni og eru spent at sleppa á pallin at leika fyri foreldrum, avvarðandi og hinum bíðandi næmingunum. Brandur Enni á kornet og Tóra Vestergaard á klaver høvdu sjálvstøðugt og framkomið samanspæl [...] saman, og lærari teirra, Oddur Hentze, hevði undirspæl á klaveri. Tey eru rættiliga stinn, og tað er merkisvert, at nógvir musikkskúlanæmingar eru á smærru plássunum í Suðuroynni, og ikki minst, at allir