Finnleif Guttesen
Tvøroyri
???????????????????????????????????
Hetta er niðurlagi hjá verandi samgongu.
Vit sum búgva í Suðuroy kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at samgongan heldur at Suðuroy og tey sum búgva har ikki skulu hava somu rættinde, sum aðrir borgarar í hesum landið, sum eitur Føroyar.
Nýggj ferja skal byggjast til suðuroyarleiðina, men tað sær út til at samgongan dregur máli út og tað kann bert verða við tí eina endamáliðnum, sum er at spara uppá eina íløgu sum skal halda í 30 ár.
Verandi mannagongd vísur, at samgongan leggur vertin í um samferðslan til suðuroy er nøktandi.
At so er, síggja vit við at Strandfaraskip Landsins ikki fær játtan til eina nøktandi samferðslu til Suðuroy, títtleikin er ov lítil og vit sum búgva her suðri merkja tað við, at gjalda kr. 300,- fyri eina koyggju í 2 tímar, skúlaítróttardagur fyri fleiri hundrað børn mátti avlýsast tí játtanin til SL er ov lítil, ferðaætlanin frá Tórshavn er tíðin ikki hildin tí yvirtíð skal sparast, bilar skøvast og klæðir hjá ferðafólki dálkast tí plássi umborð er ov lítið, og so framvegis.
Framløga skuldi verða fyri almenninginum í Suðuroy av nýggju ferjuni, men hendan framløga bleiv útskotin vegna forfall? Eg meini tað.
Berghol skuldi gerast millum Øravík og Hov , 4 mill. eru avsettar á verandi fíggjarlóg, men landstýrismaðurin sigur nú, at verkaætlanin skal útsetast og tað hevur eisini verði ætlanin alla tíðina, tí tað er einki avsett til berghol á fíggjarætlanini fyri 2002.
At kanningarnar av Leirvíksfirði skulu framskundast er heilt íordan, men skulu vit her suðrið bert sita hendur í favn og góðtaka, at vit og oyggja okkara blíva viðfarin sum ein blindtarmur, í bert er til fortreð hjá samgonguni og blíva viðfarin sum annanklassa borgarar av samgonguni?
Til trygging av Norðskálatunlinum er avsett 4 mill í 2001 og 6 mill í 2002, men at reinsa loftið í Hvalbiartunlini fyri nakrar kneysar sum taka í, tá ið stórir lastbilar koyra ígjøgnum kann ikki gerast.
Bert hesu fáu mál vísa, at suðuroyggin er koyrd út á eitt síðuspor av verandi samgongu og at teir ikki hava viljan til, at Suðuroyggin og tey sum búgva her, koma upp á sama støði sum restin av Føroyum.