Hægsta standmyndin av Mariu moy í Evropa varð leygardagin vígd í Póllandi.
Tað skrivar týska tíðindastovan dpa.
Standmyndin stendur í býnum Konotopie, umleið 190 kilometrar í útnyrðing úr Warszawa.
Sjálv standmyndin er 40,6 metrar høg, meðan krúnulagaði sokkulin er 15 metrar høgur. Sostatt røkkur alt minnismerkið 55,6 metrar upp.
Tað er 75 ára gamli vinnulívsmaðurin Roman Karkosik, sum telist millum ríkastu fólk í Póllandi, ið hevur goldið fyri standmyndina.
Hann hevur áður sagt við Financial Times, at hann lat standmyndina gera »av takksemi mótvegis Mariu«.
Hetta er ikki fyrsta stóra átrúnaðarliga minnismerkið í Póllandi. Í býnum Świebodzin í vestara parti av landinum stendur ein risastór Jesus-standmynd, sum er gjørd við íblástri frá kendu Kristus-standmyndini Cristo Redentor í Rio de Janeiro.
/Ritzau/











