Mentanarkvøld og politikkur

Um vikuskiftið skipaði Javnaðarflokkurin fyri summarstevnu á Svangaskarði. Á skránni var m. a. mentanarkvøld, útferð og fólkafundur við Toftavatn


 

Um vikuskiftið hittust javnaðarfólk til stevnu á Svangaskarði á Toftum. Hetta er fimta árið á rað, at Javnaðarflokkurin skipar fyri summarstevnu.

Hans Jørgensen, skrivari hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at árliga summarstevnan nú er fastur táttur í teimum tiltøkum, sum flokkurin skipar fyri til tess at fáa betri samband við fólkið.

Summarstevnan byrjaði fríggjakvøldið, tá skipað varð fyri einum mentanarkvøldi á Svangaskarði. Har var tónleikur við eitt nú Eivør Pálsdóttir og Leirvíkar Gentukóri undir leiðslu av Dánjali Eysturstein. Genturnar úr Leirvík sungu úr skránni, tær hava gjørt til eina Noregsferð, tær skulu á í summar. Afturat hesum framførdu eisini fýra ung úr Fuglafirði klarinetttónleik.

? Umframt tónleikin hevði Petur Eli Mikkelsen, fyrrverandi lærari úr Gøtu, hugleiðingar um eitt nú barnaárini í Gøtu og um menningina hjá føroyska skúlanum seinasta mannaminnið. Petur Eli er frágera góður frásøgumaður, so hetta var rættuliga hugtakandi, sigur Hans Jørgensen

Leygarmorgunin hittust fólk aftur til morgundrekka á Svangaskarði, áðrenn farið varð til gongu út á Eystnes við Sigfred Johannesen sum ferðaleiðara.

? Hetta var ein góður túrur, sum var lættur at ganga, sigur Hans Jørgensen. Vit vóru burturi í einar tveir tímar, og aftaná fóru vit oman til Æðuvíkar, har ein máltíð var at fáa á støðni, sigur hann.

Klokkan 18 leygarkvøldið var skipað fyri fólkafundi við Toftavatn, har Jóannes Eidesgaard, Niclas Mikkelsen í Gøtu og Jancy Olsen á Toftum hildu røðu.

Um kvøldið var veitsla á Svangaskarði, har Robin og Valter undirhildu, føroyskur dansur var, og Mourits og Njál spældu til dans til tann ljósa morgun.

Hetta er fimta ferðin, at Javnaðarflokkurin skipar fyri summarstevnu. Hans Jørgensen sigur, at næstu ferð ætla tey at hava stevnuna fyrr um várið, tí tað er so nógv, sum fellur saman, tá komið er út í junimánað. Hvussu verður næsta ár dugir hann tó ikki at siga, tí tað veldst um, nær løgtingsvalið verður ? og tað verður í seinasta lagi 30. apríl, so tað kann vera, at onkur stevna verður í tí sambandinum.

Fyrsta summarstevnan av hesum slag varð hildin á Sandi í 1997. Tann næsta var á Tvøroyri í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Petur Mohr Dam varð føddur, tann triðja í Vágum í 1999. Í fjør var stevnan í Norðoyggju m. a. við útferð í Kalsoynni.