Ársins songrødd: »Ótrúligt at vinna«

TÓNLEIKUR. 18 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri er Árins songrødd. Í triðju royndini eydnaðist tað henni at vinna finaluna

 

Seinasta vikuskiftið var finalan í kappingini Ársins songrødd hildin í Havn. Luttakarar úr øllum landinum vóru við í finaluni, men tað kundi bara gerast ein vinnari.

Og tað gjørdist 18 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri.

? Hetta er triðju ferð, at eg var við í finaluni og fyrstu ferð, at eg ikki fór eftir sigrinum. Tí kom tað fullkomiliga óvart á meg, at eg vann, sigur Guðrun.

? Eg gjørdi lítið burtur úr sjálvari framførsluni í finaluni, men eg var væl nøgd við framførsluna av sjálvum sanginum. Og tað vóru dómararnir eftir øllum at døma eisini.


Tikin á bóli

Guðrun hevur fýra ferðir verið við í innleiðandi kappingini í Ársins songrødd. Fyrstu ferð gekk illa, men síðani er hon hvørja ferðina komin í finaluna.

Tvær ferðir er hon endað sum nummar 2, men í ár tók hon avgerandi stigið upp á toppin.

? Allir finalistarnir stóðu á pallinum, tá úrslitið skuldi kunngerast leygarkvøldið. Eg stóð eitt sindur aftanfyri, og tá eg hoyrdi, at eg ikki varð nummar 2, hugsaði eg, at eg var ikki millum tey fremstu í ár. Tá vinnarin so varð útnevndur, hugsaði eg fyrst, at onkur annar mátti eita Guðrun.

? Tað gekk ein løta, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at eg veruliga hevði vunnið kappingina, greiðir Guðrun frá.


Hevur avbjóðingar við sær

Guðrun Sólja Jacobsen hevur sungið alment, síðani hon var eini 13 ár, men hon hevur ikki sungið nógv í bólki.

? Eg havi onkuntíð vant í onkrum bólki her suðri, men vit eru ongan veg komin, og í løtuni eri eg ikki í nøkrum bólki. Tað er heldur ikki líkt til, at tað verður nakar bólkur at verða við í næstu tíðina, sigur hon.

Ársins songrødd er ein kapping, har fólk syngja aftur við tónleiki, sum er tikin upp frammanundan. Tað ger, at solistar kunnu luttaka í kappingini uttan trupulleikar, og tað hevur eisini gjørt, at Guðrun hevur verið afturvendandi partur av hesi kapping.

? Í ár fór eg við, tí tað vóru so fáir luttakarar í Suðuroy. Eg hugsaði ikki um at vinna kappingina, men um at verða við og umboða Suðuroynna. Eg eri ótrúliga fegin um, at eg vann. Tað var himmalskt, sigur hon.

Og at hon nú er Ársins songrødd hevur við sær, at hon fær onkrar uppgávur komandi tíðina. Hon er longu biðin um at spæla á eini konsert á jóansøku, og okkurt annað verður eisini á skránni í summar.

? Tað hevði verið gott, um hesin sigurin kundi gjørt, at eg kom meiri fram og slapp at syngja meiri, sigur Guðrun.