Trýstið á Havnina er so stórt, at ikki ber til at hýsa teimum fólkum, sum alsamt flyta til Havnar. Politikkarar í Havn og aðrastaðir eru á einum máli um, at okkurt má gerast. Tað almenna má koma uppí leikin so ella so, og Húsalánsgrunnurin er nevndur sum ein møguligur innsprænari av pengum.
Øll eru tey á einum máli um, at Havnin er miðdepilin, tann náttúrligi miðdepilin, har alt virksemi skal vera, bæði alment og privat. Havnin hevur jú eisini øll tey frítíðartilboð, sum fólk nú á døgum krevja.
Ongin mótmælir, tað tykist sum øll halda at so skal vera, Havnin skal hava meir og meir av almennu pengunum, sum allir føroyingar eiga at hava rætt til.
Alt hetta átti at fingið onkran at rakna við. Havnin bara veksur og veksur, meðan stórir partar av landinum standa í stað. Í staðin fyri at tosa um at venda gongdini við at leggja alment virksemi út um landið, verður argumenterað fyri at leggja meir av almennum pengum í Havn, í hesum førinum í íbúðarbygging.
Hóast føgur orð um økismenning og útjaðarapolitikk v.m., er ongin broyting. Meir og meir av landsfíggjarætlanini verður stýrt til Havnar og hevur økt alment og privat virksemi við sær.
Einasta loysnin á hesum »trupulleikum« er, at almennu pengarnir verða javnt býttir millum allar føroyingar á tann hátt, at almennu størvini verða flutt úr Havnini, út hagar, har onki virksemi er. Á hendan hátt verða »trupulleikarnir« í Havn loystir, samstundis sum skundað verður undir framburðin aðrastaðir.
Skal landinum verða lív lagað, skal meir til enn hvøss orð og politiskar yvirlýsingar. Avgerðin um at leggja umsitingina av Barsilsskipanini á Tvøroyri, sum hevur eitt heilt starv, ger ongan mun. Tað skal nógv sterkari lútur til, skal vend koma í.
Vónandi fær onkur eyguni upp, tí nú er um at vera ov seint.