Í vár siga teir seg ikki hava havt so ógvuliga gott mót. Men fyri góðum tveimum vikum síðani vunnu teir kappingina í heimasjógvi, so teir vóru favorittar undan fyrsta FM róðrinum. Og teir umborð á Stráluni stóðu royndina í Klaksvík.
? Tað hevur verið eitt sindur turbolent hjá okkum. Vit hava skift eitt sindur av fólki, og tað eru ikki meiri enn góðar tríggjar vikur síðani, at manningin so at siga kom upp á pláss.
Hetta sigur Heri Joensen, sum í fleiri ár hevur róð við Stráluni. Manningin er í góðum aldri. Teir eru allir ímillum 19 og 22 ár. Ragnar, sum er úr Oyndarfirði, stýrir. Á lærinum sita Kristian Hansen og Christian Christianssen. Í rúminum eru Mass Anthoniussen og Jógvan Martin Hansen, og á toftibekki sita Janus Dam Jacobsen og Heri Joensen.
Munurin minkar
Strálan fekk góðan start í Klaksvík Teir vóru fremstir beinanvegin, men Riddarin og Sølmundur, sum fyri tað mesta er mannaður við teimum sum í fjør vunnu allar róðrarnar við Tjaldrinum, fylgdu væl við.
Eina løtu tóktist tað, sum um Strálan hevði eitt sindur ilt við at halda ferðini, men teir fótaðu sær aftur, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd ella so.
? Vit høvdu eitt sindur ilt við at fylgja við, hvussu tað sá út. Á norðoyarstevnu liggja bátarnir ikki eftir, hvussu teir hava staðið seg, so tað var langt ímillum okkum, og so hinar bátarnar, sum vit kappaðust við, greiðir Heri Joensen frá.
Hvussu verður tað í summar?
? Eg rokni við, at tað verður tætt og spennandi. Á Strondum vunnu vit við fýrar sekundum, og hesa ferð var munurin ímillum okkum og Riddaran minni enn tvey sekund. So vit fara avgjørt ikki at kenna okkum tryggar, tá vit fara á jóansøku. Men vit kunnu blíva betri fyri, enn vit eru nú. Sum sagt so hava vit ikki vant meiri enn tríggjar vikur við fólkinum, sum vit nú hava, sigur Heri Joensen.
Leygarkvøldið vóru hálvt hundrað fólki í bygdarhúsinum á Strondum fyri at ynskja tillukku. Grýturætt-ur var á skránni. Nú fáa vit at síggju, hvussu tað verður annað leygarkvøld, tá teir fara at koma aftur av jóansøkuni á Tvøroyri.