Hugalig næmingakonsert í Vági

Tað var hugaligt at hoyra næmingar í Suðuroyar Musikkskúla á konsertini í skúlanum í Vági hósdagin 31. mai. Væl av fólki var og lurtaði, og konsertin vardi næstan tveir tímar.

 

Tónleikaummæli

 

Martin Mouritsen

 

 

 

Stuttligt var at síggja røðina av næmingum hjá Ann Kristin Nilsson, tá ið tey saman spældu »Honkey Tonk« á klaveri og tveimum ljómborðum. Her var tann sosiala dimensiónin tikin við í klaverundirvísingina.

 

Blokkfloytur, floytur og klarinettir úr øllum plássum í oynni spældu saman, og lærari teirra, Oddur Hentze, hevði undirspæl á klaveri. Tey eru rættiliga stinn, og tað er merkisvert, at nógvir musikkskúlanæmingar eru á smærru plássunum í Suðuroynni, og ikki minst, at allir næmingar í Fámjin ganga í musikkskúla.

 

Næmingar av Tvøroyri og úr Vági leiktu saman á messingljóðføri og framførdu »Amazing Grace«. Steven Foggin hevur verið lærari hetta árið, og nú er so mikið væl áliðið, at rættulig ferð helst kemur á næsta skúlaár. Børnini hava hegni og eru spent at sleppa á pallin at leika fyri foreldrum, avvarðandi og hinum bíðandi næmingunum.

 

Brandur Enni á kornet og Tóra Vestergaard á klaver høvdu sjálvstøðugt og framkomið samanspæl. Tey bæði eru nú rættiliga von við at verða á palli, so áhoyrarin kann slappa av og njóta tónleikin.

 

Tóra leikti uttan hóvasták í hesum undirspæli, og tað gjørdi hon eisini, tá hon seinni spældi eina Adagio einsamøll. Brandur Enni hevur góðan og støðugan tóna og serliga kenslusama blásing, sum fær áhoyraran at lurta.

 

Gittarsamanspæl við næmingum í ymiskum aldri var sera sannførandi. Lærarin, Ólavur Jakobsen, hevði sett saman hóskandi tónleik har leiklutirnir passa hvørjum einstøkum næmingi.

 

Tey trý stykkini, Eight Days a Week, Blinkstra og Djingalla fyri fýra gittarar, ljóðaðu væl.

 

Einaleikur á trummusetti kann stundum verða møtimikil kostur hjá áhoyrarum, men hendan dagin komu leikararnir væl frá framførslunum; har var ikki bara sláttur, men eisini tónleikur í passaligari styrki.

 

Nógvir klaverleikarar, smáir og størri, leiktu einaleik á flyglið. Ljóðførið sjálvt hevur skjótt tænt sínum endamáli, og er ein loysn á vegnum, men í framtíðini í Vági, verður helst neyðugt at fáa eitt enn betur ljóðføri, so at til ber hjá øðrum at hava konsertir á staðnum. Tað darvaði tó ikki teimum nógvu næmingunum at spæla stykkini Tín miskunn, Svunnen Lycka, Syngja sama lag, Candle, Tambalaia, La Bamba, Adagio, Elise hjá Beethoven ella Air eftir Bach.

 

Spennandi verður at síggja, hvussu næsta árið fer at hilnast á ymisku plássunum í Suðuroynni, og ikki minst í hvønn mun samanspælið kemur at virka.