Økismenning
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vísti økismenning í verki, tá ið hann legði innkrevjingina í sambandi við nýggju barsilsskipanina í verki.
Hann hevur nevniliga avgjørt, at tað skal verða suðuroyardeildin hjá Toll- og Skattstovu Føroya, sum skal standa fyri innkrevjingini til nýggju skipanina.
Sjálv barsilsskipanin er eitt mál undir Vinnumálastýrinum, men innkrevjingin til skipanina er eitt fíggarmál, sum Fíggjarmálastýrið stendur fyri.
Og nú hevur so Karsten Hansen gjørt av at tað skal verða deildin hjá Toll- og skatt á Tvøroyri, sum skal umsita innkrevjingina.
Fleiri fólk
Barsilsskipanin kom í gildi 1. juni. Allir løntakarar ímillum 16 og 67 ár, skulu gjalda 0,25% av inntøkuni til grunnin. Somuleiðis gjalda arbeiðsgevarar 0,25% av útgoldnari løn í grunnin. Gjaldið hjá løntakarunum verður tikin yvir skattin, men ein skipan skal gerast fyri arbeiðsgevararnar og sjálvstøðugt vinnurekandi.
Karsten Hansen sigur, at tað er ringt at siga, hvønn týdning hetta fær til Toll- og skattstovuna á Tvøroyri.
? Men tað er greitt, at tað verður brúk fyri meiri fólki. Um tað verða eitt ella tvey, ella hvussu nógv fólk, skulu setast í starv til at umsita innkrevjingina er ikki greitt enn, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.