Næmingabústaðir
Tvøroyrar Býráð hevur ikki ligið á latu síðini, síðani tað varð gjørt av at leggja nýggja almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri.
Fyrst legði býráðið eitt stórt arbeiði í at útvega skúlanum høli at vera í.
Og nú, skúlin er byrjaður, er eisini ætlanin at gera umstøðurnar hjá næmingunum betri.
Ætlanin er nevniliga at nú fara undir at byggja eitt hús til næmingarnar at búgva í, ímeðan teir eru í skúla í Suðurooy.
? Nú vit hava fingið skúlan, má næsta stigið natúrliga vera at útvega næmingunum hóskandi bústaðarmøguleikar og tí ætla vit okkum undir at byggja eitt hús við næmingaíbúðum, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann sigur, at ætlanin er ikki komin so langt enn.
Men kortini er tað komið so frægt í eygað, at ætlanin er at brúka árið í ár til at leggja byggingina til rættis í og so at brúka næsta ár til at byggja í.
14-18 næmingar
Finnleif Guttesen sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, hvar næmingahúsið skal vera.
Men fyrsta metingin hjá honum sigur, at tað verður inni á økinum, har ítróttarhøllin, skúlin og barnagarðurin í Trongisvági, eru.
Tað eru góðir tveir kilometrar frá skúlanum, men tað heldur hann ikki vera ov avsíðis.
?Tvøroyri er ikki nakar stórbýur og tað er væl longri nógva staðni á Havnarleiðini, niðan í Studentaskúlan, sigur hann.
Hann sigur, at tað, sum hann higartil hevur fingið at vita, er, at verða pláss fyri einum 14-18 næmingum í einum slíkum húsi, skuldi tað nøkta tørvin.
? Á skúlanum eru 20 mæningar og onkrir næmingar eru úr Suðuroy, so verður pláss fyri einum 16 næmingum á einum slíkum næmingaheimi, skuldi tað nøkta tørvin, heldur hann.
Hann veit ikki enn, hvat eitt slíkt heim kostar.
Men hann sigur, at ætlanin er at tað skal vera ein sjálvsognarstovnur, sum skal byggja húsið. Parturin hjá kommununi verður sostatt at útvega 10% av byggikostnaðinum. Restin verður fíggja við láni og stuðulsláni og øðrum, sum verður brúkt at fíggja slíka bygging við.
Ætlanin er at fyrireika sjálvsognarstovnin í ár, so at hann kann fara undir at fyrireika byggingina og at byggja komandi ár.
Nú kommunan vísir, at hon tekur tað í álvara, at Almanna- og heilsuskúlin er komin á Tvøroyri, vónar hann, at Mentamálastýrið tekur málið í líka stórum álvara og setir pening av á næstu fíggjarlóg, so at farast kann undir at byggja ein nýggjan skúla, tí tað hevur ongantíð verið talan um annað, enn, at hølini, sum skúlin nú er í, eru ein fyribilsloysn, sigur Finnleif Guttesen.










