landnyrðingi og norði og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 7 og 10 [...] stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 7 og 11 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 994 hPa. vestan fyri Skotland
- EB/Streymur var meira á bóltinum, men sæð burtur frá seinastu minuttunum, so høvdu teir fáar málmøguleikar. Vit spældu rímaliga væl, men í seinasta triðinginum av vøllinum riggaði einki. Teir taka av [...] grundum bara gera nakað í okkara dystum. Vinna vit tveir dystir upp í slag, so eru vit við aftur. Men stigini skulu sjálvsagt koma í hús sum skjótast, sigur Eli Hentze.
Ein lutur, sum líktist einari bumbu, varð í morgun funnin á Hotel Grantoften í Ballerup. Men tað var ikki ein bumba Løgreglan gjørdi av at flyta alt fólkið av hotellinum, tá boð komu um, at ein 20 til [...] lutur, ið kundi vera ein bumba, var funnin við høvuðsdyrnar á hotellinum. Serfrøðingar komu á staðið, men tað vísti seg, at einki spreingievni var í lutinum, og ávaringin bleiv avblást. Hetta er ikki fyrstu [...] fyrstu ferð, at bumbuávaring hevur verið á Hotel Grantoften. Tað sama hendi tann 11. oktobur í fjør, men heldur ikki ta ferðina var talan um eina bumbu.
freist til at finna eina loysn, men Russland krevur, at samráðingarnar skulu halda fram eftir tað, til ein loysn er funnin. 90 prosent av fólkinum í Kosovo eru albanar, men Serbia vil ikki sleppa landslutinum [...] landslutinum, sum hevur verið undir ST-umsiting í fleiri ár. Russland styðjar Serbia, men USA er fyri einum frælsum Kosovo. Partarnir í trætuni hava avtalað at hittast aftur sunnudagin.
n og turt, men út á seinnapartin verður regn ella mjørki. Hitin fer framvegis at liggja millum 8 og 11 stig. Mánadagin verður hvassur vindur av útnyrðingi við ælingi, partvíst sum kavi, men sól viðhvørt [...] viðhvørt. Hitin verður millum 2 og 5 stig. Sama veðrið verður týsdagin við heldur lægri hita, men mikudagin kemur hann aftur við lýggjari veðri av útsynningi.
nøgdur um tapið fyri EB/Streymi. Men ikki endiliga, tí hetta punkteraði FM-møguleikan. Tann møguleikin var longu fokin, helt hann. - Eg veit væl, at fólk hava tosað um tað, men hetta er so ikki nakað, sum vit [...] Tað eydnaðist tíverri ikki, og nú verður tað trupult. Enn hava vit betri málmun enn EB/Streymur, men teir hava á pappírinum lættari uppgávur enn vit, so tað verður hart, helt Jákup.
um draga út. Men hann ivast í, hvørja ávirkan tað fær Javnaðartingmaðurin í Sandoynni er í øðini inn á landsstýrismannin Magna Laksáfoss, sum sigur seg hava parkerað Sandoyartunnilin. Men Gerhard Lognberg [...] Lognberg við blaðið. Sandoyartingmaðurin sigur, at hann umhugsar at siga seg úr Javnaðarflokkinum, men at hann ivast í, um tað fær nakra ávirkan.
Síðani undirsjóvartunnilin kom, hevur einki skervverk verið í Vágum, men nú kunnu vágafólk aftur brúka egið grót Í gjár royndarkoyrdu menn tann nýggja grótknúsaran, sum S/pf. Grót- og skervvirkið hevur keypt [...] keypt. Ta fyrstu tíðina skal grótknúsarin standa á ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin, men seinni verður hann fluttur Út á Bakka í Sørvági. Mennirnir aftan fyri S/pt Grót- og skervvirkið eru Kristian Olsen
d at leita eftir, men nú er battaríið tómt, og tí kemur einki signal frá telefonini longur. Engla Juncosa-Høglund hvarv leygardagin. Fartelefonin vísti, at hon var í einum skógi, men løgreglan sigur, at [...] ein talsmaður hjá løgregluni við Aftonbladet. Í gjár leitaðu løgreglumenn, hermenn og sjálvboðin, men til fánýtis. Nú er gentan eftirlýst um alt Svøríki.
Ein bilføari, sum rendi á tveir ungar menn í Keypmannahavn leygarmorgunin og rýmdi av staðnum, hevur nú gjørt vart við seg Síðani tíðliga leygarmorgunin hevur løgreglan í Keypmannahavn leitað eftir einum [...] einum bilførara, sum rýmdi av staðnum eftir at hava rent á tveir 25 ára gamlar menn. Annar maðurin doyði á staðnum, og hin doyði á sjúkrahúsi seinni. Í dag ringdi ein 33 ára gamal maður til løgregluna og [...] báðar menninar leygarmorgunin. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at maðurin er ikki avhoyrdur enn, men at hann hevur játtað seg sekan.