Ætlaðu at avgera spurningin

Jákup á Borg var illa nøgdur um tapið fyri EB/Streymi. Men ikki endiliga, tí hetta punkteraði FM-møguleikan. Tann møguleikin var longu fokin, helt hann.

- Eg veit væl, at fólk hava tosað um tað, men hetta er so ikki nakað, sum vit í hópinum hava hugsað um.

- Hjá okkum ráddi í dag um at vinna, so vit vóru mest sum vísir í bronsuni. Tað eydnaðist tíverri ikki, og nú verður tað trupult. Enn hava vit betri málmun enn EB/Streymur, men teir hava á pappírinum lættari uppgávur enn vit, so tað verður hart, helt Jákup.