Ari Olsen var á vøllinum í 89 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Vendsyssel FF spældu dyst á heimavølli í Hjørring móti Hobro.
Hobro legði seg á odda longu í 10. minutti. Níggju minuttir undan steðginum Sebastian Lodberg fyri heimaliðið, men beint undan steðginum legði Hobro seg á odda 2-1, og í seinna hálvleiki megnaði Vendsyssel ikki at svara aftur.
Vendsyssel hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Longu mikudagin klokkan 17 møtir Vendsyssel FF aftur Hobro á útivølli. Hesaferð verður talan um dyst í fyrsta umfarinum í donsku steypakappingini.






