Ein bilføari, sum rendi á tveir ungar menn í Keypmannahavn leygarmorgunin og rýmdi av staðnum, hevur nú gjørt vart við seg Síðani tíðliga leygarmorgunin hevur løgreglan í Keypmannahavn leitað eftir einum bilførara, sum rýmdi av staðnum eftir at hava rent á tveir 25 ára gamlar menn. Annar maðurin doyði á staðnum, og hin doyði á sjúkrahúsi seinni.
Í dag ringdi ein 33 ára gamal maður til løgregluna og viðgekk, at tað var hann, sum rendi á teir báðar menninar leygarmorgunin.
Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at maðurin er ikki avhoyrdur enn, men at hann hevur játtað seg sekan.









