- EB/Streymur var meira á bóltinum, men sæð burtur frá seinastu minuttunum, so høvdu teir fáar málmøguleikar. Vit spældu rímaliga væl, men í seinasta triðinginum av vøllinum riggaði einki. Teir taka av møguleikunum, teir fáa, og tað er eisini tað, sum ger, at sundalagsmenn eru oddalið.
Tit hava fingið eitt stig í seinastu sjey dystunum. Skála fekk stig í gjár, so fjarstøðan til teir vaks eisini?
- Vit kunnu av góðum grundum bara gera nakað í okkara dystum. Vinna vit tveir dystir upp í slag, so eru vit við aftur. Men stigini skulu sjálvsagt koma í hús sum skjótast, sigur Eli Hentze.