EB/Streymur vann fyrsta stigið í ein mánað

Tíggju minuttir undan leikloki svaraði B68 aftur, eftir at gestirnir á Svangaskarði høvdu verið frammanfyri í tað mesta av einum tíma

Tað endaði 1-1, tá ið B68 og EB/Streymur í kvøld hittust á Svangaskarði, har punktum varð sett fyri Bátafestivalin 2026.

 

Hetta var fyrsta stigið, sum EB/Streymur vann síðani 6. apríl, tá ið Sigfríður S. Clementsen og hansara menn fóru av Skála við 2-1 sigri.

 

Toftamenn vóru skerdir á tann hátt, at tríggir av lyklaspælarunum vóru leikbannaðir. Hesir vóru Sebastian Lau Nielsen, Latif Ahmed og Patrik Mensah. Tí var neyðugt hjá Alex Jovevic at umskipað liðið við eitt nú at Torkil Holm var vongverji í vinstru. Higartil hevur hann annars verið vongverji í høgru og oftast miðverji. Hjá EB/Streymi er framvegis saknur í miðverjanum Andras Ó. Olsen, sum er skaddur.

 

Tað var danski álopsspælarin Marius Nielsen, sum eftir lítlan hálvan tíma legði EB/Streym á odda. Uppleggið átti Gestur B. Dam, og tað var við fínum skoti úr høgru og flatt í handaru síðu av málinum, at Marius varð málskjútti. Hetta var fyrsta ferðin, at Marius Nielsen, sum týsdagin fyllir 21 ár, var málskjútti í landskappingini.

 

B68 vann seg til sjey hornaspørk, og EB/Streymur vann seg til eitt hornaspark.

 

Tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað B68 eftir hornaspark úr vinstru at javna til 1-1. Í fyrstu atløgu sá tað út til, at talan var um kiksað innlegg, men so var tað, at Torkil Holm royndi seg við skoti, og at Fríði í Tuni Petersen beindi bóltin í málið.

 

B68 er á sjeynda plássi við átta stigum fyri átta dystir, og EB/Streymur er á níggjunda plássi við fimm stigum fyri átta dystir.

 

Sunnudagin fær EB/Streymur vitjan av Víkingi, og tá fer B68 at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.