Síðani undirsjóvartunnilin kom, hevur einki skervverk verið í Vágum, men nú kunnu vágafólk aftur brúka egið grót Í gjár royndarkoyrdu menn tann nýggja grótknúsaran, sum S/pf. Grót- og skervvirkið hevur keypt. Ta fyrstu tíðina skal grótknúsarin standa á ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin, men seinni verður hann fluttur Út á Bakka í Sørvági.
Mennirnir aftan fyri S/pt Grót- og skervvirkið eru Kristian Olsen í Sørvági i og Hjørleif Zachariassen í Streymnesi. Knúsarin kostar 2,6 mió. krónur, skrivar joanisnielsen.fo
Tá Vágatunnilin kom, gavst Landsverk at knúsa skerv í Vágum, og síðani hava vágafólk fingið skerv úr Hundsarabotni.