Gerhard Lognberg umhugsar uppsøgn

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, umhugsar at siga seg úr Javnaðarflokkinum, tí samgongan letur arbeiðið við Sandoyartunlinum draga út. Men hann ivast í, hvørja ávirkan tað fær Javnaðartingmaðurin í Sandoynni er í øðini inn á landsstýrismannin Magna Laksáfoss, sum sigur seg hava parkerað Sandoyartunnilin. Men Gerhard Lognberg sigur við Dimmalætting, at hann er ikki bara óður inn á landsstýrismannin.

-Samgongufelagarnir kunnu ikki krógva seg aftan fyri Magna Laksáfoss og siga, at tað er hann, sum hevur steðgað Sandoyartunlinum, sigur Gerhard Lognberg við blaðið.

Sandoyartingmaðurin sigur, at hann umhugsar at siga seg úr Javnaðarflokkinum, men at hann ivast í, um tað fær nakra ávirkan.