Ein lutur, sum líktist einari bumbu, varð í morgun funnin á Hotel Grantoften í Ballerup. Men tað var ikki ein bumba Løgreglan gjørdi av at flyta alt fólkið av hotellinum, tá boð komu um, at ein 20 til 25 centimetrar langur lutur, ið kundi vera ein bumba, var funnin við høvuðsdyrnar á hotellinum.
Serfrøðingar komu á staðið, men tað vísti seg, at einki spreingievni var í lutinum, og ávaringin bleiv avblást.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at bumbuávaring hevur verið á Hotel Grantoften. Tað sama hendi tann 11. oktobur í fjør, men heldur ikki ta ferðina var talan um eina bumbu.