Kosovo ætlar sær at loysa frá Serbia innan ársskiftið Forsætisráðharrin í Kosovo, Agin Ceku, segði í London í gjár, at Kosovo fer at lýsa seg sum sjálvsstøðugt ríki fyri jól.
Amerikanska stjórnin hevur sett 10. desember sum seinastu freist til at finna eina loysn, men Russland krevur, at samráðingarnar skulu halda fram eftir tað, til ein loysn er funnin.
90 prosent av fólkinum í Kosovo eru albanar, men Serbia vil ikki sleppa landslutinum, sum hevur verið undir ST-umsiting í fleiri ár. Russland styðjar Serbia, men USA er fyri einum frælsum Kosovo.
Partarnir í trætuni hava avtalað at hittast aftur sunnudagin.