Gott haruveður í morgin

Sambært veðurmanninum Peturi Skeel Jacobsen verður gott veður hjá teimum, sum leygardagin fara í hagarnar kring landið at skjóta harur.

Dagurin byrjar gott við einum loti av útnyrðingi, sum út á dagin lækkar í útsynning. - Tað verður bæði turt og sólarglottar, so líkindini eru av teimum bestu, sigur Petur Skeel. Hitin verður millum 8 og 11 stig. 

Sunnudagin verður nakað av vindi fyrrapartin og turt, men út á seinnapartin verður regn ella mjørki. Hitin fer framvegis at liggja millum 8 og 11 stig. 

Mánadagin verður hvassur vindur av útnyrðingi við ælingi, partvíst sum kavi, men sól viðhvørt. Hitin verður millum 2 og 5 stig. 

Sama veðrið verður týsdagin við heldur lægri hita, men mikudagin kemur hann aftur við lýggjari veðri av útsynningi.