Svensk genta helst burturflutt

Svenska løgreglan heldur, at ein 10 ára gomul genta, sum hvarv leygardagin, er burturflutt Løgreglan hevur higartil brúkt signalið frá fartelefonini hjá Engla Juncosa-Høglund at leita eftir, men nú er battaríið tómt, og tí kemur einki signal frá telefonini longur.

Engla Juncosa-Høglund hvarv leygardagin. Fartelefonin vísti, at hon var í einum skógi, men løgreglan sigur, at var gentan vilst í skóginum, hevði hon verið funnin nú.

-Eg haldi, at vit jagstra ein burturflytara, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við Aftonbladet.

Í gjár leitaðu løgreglumenn, hermenn og sjálvboðin, men til fánýtis. Nú er gentan eftirlýst um alt Svøríki.