hann hevur hond um okkum øll. Mánakvøldið 15. august, meðan omma heima í Føroyum hevði sítt síðsta kvøld í hesi verð, hendi tað í Århus, at eg skuldi fara at lesa úr barnabíbliuni fyri soninum, Jóhannes [...] frið skulu tey geva tær í ríkum máli. Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít [...] skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni". Tá omma hevði lisið hetta, legði hon
Hvørja bók lesur tú í løtuni? Eftirsum eg eri støk, lesi eg rættiliga nógv fyri tíðina. Seinastu spennandi ting, ið hava ligið við mína lið í songini eru: Nynnes Dagbog 1 og 2 - stuttligar, ólukksáliga [...] a stuttligar. Eg eri eisini fleiri kvøld farin í song við løgmanni (røðuni, ikki persóninum, he, he ... ). - Verkið, eg annars lesi í løtuni, er Tornið við heimsins enda hjá Williami Heinesen. Halga i [...] lýst. Tað er áleið somu kenslu, tú fær, tá ið tú situr í eini gamlari føroyskari kirkju, og er um at ganga til grundar av keðsemi. Innara dampbarnið er í øðini, tú slotar, syngur við eitt sindur, lurtar eftir
stað har teir gera serligt brúk av olju er í fiskiflotanum og í ferðsluni á landi. Men eisini har eru íslendingar undangongufólk. Teir eru rættiliga frammaliga við í arbeiðinum at kunna brúka vatnið til brintorku [...] ráðstevnuni, sum vit vónandi fara at hoyra meira til í næstum. Í hesum sambandi er tað at fegnast um, at stigtakararnir hava fingið fjølmiðlamannin Johan Mortensen til at standa sum orðstýrari, ikki minst [...] skilagóðar loysnir. Í hesum sambandi kann nevnast, at hugaligt er at hoyra SEV-stjóran vísa ein góðan vilja til at royna alternativar orkuútbyggingar, eitt nú á vindmylnuøkinum, men eisini í sambandi við alduorku
samstarv. Og tað er í høvuðsheitinum starvsfólkini á FT Net, sum hava fingið hesar kontaktirnar í lag saman við uttanhýsis fólki, eitt nú Johan Mortensen, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele. Hann [...] Á tíðindafundi í gjár kunngjørdi Føroya Tele, at fyritøkan hevði skrivað undir tveir sáttmálar um fjarskiftis samband við oljufeløgini, Maersk Oil og Hess. - Hesir sáttmálar eru fingnir í lag gjøgnum eina [...] komið upp á tal, sigur Kristian R. Davidsen. Tað er tó einki ítøkiligt í løtuni. - Tað, sum vit hyggja eftir, er øki, ið liggja væl fyri í sambandi við tí neti, sum Føroya Tele hevur, og tað vil siga oljuboripallar
sjálvari málstrikuni. Seigir runavíkingar NSÍ hevur fleiri ferðir í ár koppað dystunum rætta vegin í evstu løtu. Ikki minst man hetta vera, tí liðið í ár er kropsliga sterkari enn tey flestu, og teir nýttu eisini [...] aftur í brotsteigin eftir áhaldandi NSÍ-trýst. Og hóast vertirnir vóru í øðini, tí teir mettu fríspark verða framt móti René Tórgarð, so hjálpti hetta einki, tá bólturin spakuliga sigldi yvir í handara [...] gestaverjuna heilt sundur, men Pól Thorsteinsson, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen og Einar Hansen megnaðu støðugt at standa ímóti. Og í hinum endanum royndu gestirnir at dúva upp á kontra. Serliga tóktist
vera farið í søguna. Tað hevur leingi verið greitt, at samgongulimir ikki vóru so heitir fyri broytingaruppskotinum, sum formenninir í samgonguni royndu at fáa meiriluta fyri, eftir at tingmenn í august hóttu [...] formenninir gjørdu, og hvat hendan møguliga semjan snúði seg um. Marjus Dam úr Sambandsflokkinum róði í útvarpinum í gjár uppundir, at formaður hansara, Kaj Leo Johannesen, hevur brotið eina semju um at bíða við [...] at politiska arbeiðið úti í flokkunum eydnaðist. At formenninir skulu fara út og royna at ávirka baklandið, sum hevði við sær, at fólk kundu atkvøða fyri at eitt valdømi kom í gildi aftaná valgið. Um hetta
dystunum. Men síðsta vikuskiftið kom vend í, tá KÍF hølvaði Kyndil av í Kollafirði. Hesa gongdina ætlaðu kollfirðingar at halda fast í, og tí ætlaðu teir sær til Vestmanna eftir báðum stigunum. VÍF fekk [...] vinna dystin í Vestmanna ímóti KÍF sunnudagin. KÍF skuldi hinvegin royna at halda góðu gongdini. Teir fingu eina ringa byrjan uppá kappingini, tá teir máttu taka til takkar við tveimum stórtapum í fyrstu dystunum [...] løtuna. Men soleiðis var tó eisini í Kollafirði síðsta vikuskiftið, tá KÍF vann tryggan sigur á Kyndli. Ta ferðina vóru teir aftur 6-0 beinanvegin. Knappliga kom KÍF í gongd, og eftir eini lítlari løtu
verður sagt, at øll eru vit líka fyri Gudi, men hetta er ikki galdandi í øllum kirkjusóknunum. Tað finnast nevnliga nakrir kallkynsprestar í Føroyum, sum ikki góðtaka at kvinnur gerast prestar, og nokta at samstarva [...] samstarva við tær. Ein teirra, Bergur D. Joensen, prestur við Vesturkirkjuna, gjørdi hetta greitt í fimmaranum í Útvarpi Føroya 24/11-04 Tað var tí vælgerandi at síggja lesarabrævið frá 22 ára gomlu Tórun Hansen [...] størsti trúðboðari við mongum eginleikum. Hann var uppaldur í strangari fariseirskari lógarond og hevði eina rabbinara fortíð, har maðurin er skaptur í Guðs bílæti, meðan kvinnan bert hevur mansins endurskyn
ein nevnt sjónleikin á gamla apoteki í vár, ið varð avdúkaður fyri almenninginum aftaná eina av óteljandi kreppunum í samgonguni. Leikritið hevði sjálvur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum skrivað, og sjálvur [...] rættarskipanina, er við beráddum huga orðað soleiðis í Nýskipanaruppskotinum, tí vit ikki vilja seta rættartrygdina í vanda, tá samlaða fólkatalið í Føroyum ikki er trygd fyri ógegni. Men tað hevur ikki [...] flestu til hugs, ið lósu viðmerking frá tjóðveldiskvinnuni Kristinu Háfoss til sambandsmannin Johan Dahl í vikuni. Tjóðveldiskvinnan viðger m.a. tulkingarnar av Heimastýrislógini, og tað hevur hon sjálvandi
Danmark vann í kvøld týðandi 32-23 sigur á Katar í millumbólki 2 í HM-endaspælinum, ið er í Egyptalandi í hesum døgum. Í steðginum var Danmark á odda 17-12. Danskarar hava nú seks av seks møguligum stigum [...] pláss í fjórðingsfinaluni. Harðastu kappingarneytarnir í bólkinum hjá danska oddaliðnum, Kroatia vann í dag greiðan 28-18 sigur á Bahrain. Kroatia hevur fimm av seks stigum, og er nummar tvey í bólkinum [...] bólkinum. Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins HM-dystum: HM-millumbólkur 2: Danmark-Katar 32-23 (17-12) Danmark : Mikkel Hansen 8, Mathias Gidsel 6, Simon Hald Jensen 5, Lasse J. Svan 4, Magnus Bramming 4