Tað hevur eydnast stigtakarunum at fáa serfrøðingar úr fleiri londum til Føroya at vera við á ráðstevnuni. Tað hevur so eisini eydnast at fáa SEV at vera við og er tað gott, at ein felagsskapur sum SEV, ið stendur fyri allari orkuúbygging í Føroyum og harvið eisini hevur ábyrgd av umhvørvinum, ikki hevur sett seg upp á bakbeinini, tí tað hevur verið funnist at stovninum so oftani, men vil medvirka til at finna skilagóðar loysnir. Í hesum sambandi kann nevnast, at hugaligt er at hoyra SEV-stjóran vísa ein góðan vilja til at royna alternativar orkuútbyggingar, eitt nú á vindmylnuøkinum, men eisini í sambandi við alduorku og grønari orku sum heild, har eitt nú grannar okkara Ísland liggja frammaliga.
Áhugavert var at hoyra, at Ísland, grannaland okkara, sum vit oftani eru so fegnir at samanbera okkum við ella at vísa til, er tað landið í heiminum, sum framleiðir mest av grønari orku. Heili 67% av orkunýtsluni har eru frá grønari orku tvs. vatninum og her ikki minst heita vatninum. Einasta stað har teir gera serligt brúk av olju er í fiskiflotanum og í ferðsluni á landi. Men eisini har eru íslendingar undangongufólk. Teir eru rættiliga frammaliga við í arbeiðinum at kunna brúka vatnið til brintorku eisini. Og teir tríggir fyrstu bussarnir við hesi reinu og nýggju orkuni fara skljótt at koyra. Hetta verður gjørt saman við altjóða oljufeløgum.
Nettupp hetta við samstarvi við aljtóða oljufeløg er nakað, sum vit føroyingar eiga at raðfesta høgt. Vit síggja longu eina byrjan, har oljufelagið Agið hevur stuðlað royndunum hjá føroyingum at kunna seg við alduorku. Nú lagt verður upp til eina komandi oljuvinnu her á landi er tað hugsandi, at eitt slíkt samstarv verður ment, tí bæði BP og Statoil hava víst seg at vísa alternativum orkukeldum stóran ans. Og nú tá Ísland kann vera undangonguland á onkrum øki saman við oljufeløgunum hví kunnu vit føroyingar tá ikki eisini taka á okkum ta ábyrgd tað er at menna grønu orkuna.
Verður nógv olja funnin við Føroyar eiga vit at umhugsa at seta pengar í ein grunn, sum bara skal hava til endamál at menna alternativar orkumøguleikar. Latið okkum saman við Íslandi verða undangonguland á tí økinum. Og nettup nú tá tosað verður so nógv um at menna granskingina her á landi og at geva okkara ungu fólkum eina meining og eitt mál við síni gransking, kundi tað verið áhugavert at kanalisera oljupengar til gransking í alternativa orku og harvið reint umhvørvi. Latið okkum m.a. brúka hesa ráðstevnuna til at byggja eitt slíkt fundament upp. Tá eru nógv størri perspektiv í møguligum komandi oljupengum enn bara at hugsa um, at teir skulu vera okkum enn eitt bein at standa á. Tað er gott men vit hava eisini eina globala ábyrgd og verður stórt ríkidømi funnið í okkara undirgrund eiga vit at kenna tað sum okkara skyldu til eisini at brúka hetta ríkidømið skilagott, solidariskt og til felags besta, eisini uttan fyri okkara egnu landoddar.
Nógv áhugvert er komið fram á ráðstevnuni, sum vit vónandi fara at hoyra meira til í næstum. Í hesum sambandi er tað at fegnast um, at stigtakararnir hava fingið fjølmiðlamannin Johan Mortensen til at standa sum orðstýrari, ikki minst tá hugsað verður um hansara stóra og inniliga áhuga fyri at varðveita eitt reint og vakurt náttúruumhvørvi her á landi.
Sosialurin