Omma mín, Maja Dalsgarð, fór heilt óvæntað herfrá
týsnáttina 16. august. Men áðrenn hon fór, upplivdi eg
nakað, sum vísir hvussu væl Gud fylgir við, og hvussu hann
hevur hond um okkum øll.
Mánakvøldið 15. august, meðan omma heima í Føroyum hevði sítt síðsta kvøld í hesi verð, hendi tað í Århus, at eg skuldi fara at lesa úr barnabíbliuni fyri soninum, Jóhannes. Men hetta kvøldið fekk eg tað hugskot, at eg skuldi gera nakað annað ístaðin. Eg segði við hann, at nú skuldi eg fara at lesa
nøkur vísdómsorð úr bíbiuni fyri honum, nøkur orð, sum omma mín læs fyri mær fyri skjótt 18 árum síðani, tá eg væntaði tvillingasystrar hansara, og hon eina tíð var í Århus hjá okkum. Hetta var frá orðtøkunum 3. kap.: Sonur
mín! (Og omma segði: Dóttir mín!) Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni! Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli. Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey
um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni".
Tá omma hevði lisið hetta, legði hon hendurnar á meg og bað fyri mær. Hetta mánakvøldið næstan 18 ár seinni, vóru ommusa orð, sum samstundis eru Guds orð, givin víðari til næsta ættarlið, og eins og omma bað fyri sínum børnum, bað eg fyri mínum barni, at hesir kvalitetir, sum eru skrivaðir um her, máttu eyðkenna hann, at hann mátti líta á Harran av øllum hjarta sínum so Hann kann leiða hann og lata lívið eydnast.
Næsta morgun ringdi mamma og segði, at omma var farin um
náttina - og hetta kom heilt óvæntað, hóast omma var 89.
Alt tað okkara kæru hava sagt og gjørt verður meira
týdningarmikið fyri okkum tá tey eru farin. Men at hesi
orð, sum eg í áravís havi goymt í mínum egna hjarta,
gjørdust so livandi og vóru givin víðari júst sum omma,
uttan at vit vistu tað, fór til hvíldar fyri síðstu ferð,
upplivdi eg sum eina heilt serstaka hending.
Mitt á nátt komu einglarnir eftir henni. Tá vit tvær vikur
áðrenn omma fór, komu aftur til Danmarkar úr Føroyum, var
klokkan á vegginum hjá Heidi og Charlotte steðgað, og hon
vísti tríkorter til fýra. Onki merkiligt í tí, men nakrir
dagar seinni steðgaði Johannes`sa klokkuradio - eisini á
tríkorter til fýra. Tað var heldur løgið, og eg hevði
kensluna av, at okkurt fór at henda skjótt á hesum
tíðspunktinum. Tá mamma so ringdi og segði, at hon var
vaknað eitt sindur í fýra týsnáttina, og tá hon fór niðan,
lá omma deyð, men enn heit, ja, so visti eg, at tað hevur
verið umleið tríkorter til fýra at hennara tíð var komin
at enda, og hon av einglunum var borin inn í ævinleikan.
Nú er tað so okkara uppgáva at taka stafettina upp, har sum
omma slepti, og geva hana víðari.
Takk fyri alt omma.
Halda