Í morgun veit Reuters at siga, at fregnartænastuleiðarin hjá iransku kollveltingarhirðuni er dripin.
Kelda til tíðindini hjá Reuters eru almennar tíðindatænastur í Iran.
Maðurin, sum talan er um, er Majid Khademi, og tað er maðurin, sum er á myndini omanfyri.
Einki verður sagt um, nær ella hvussu fregnartænastuleiðarin hjá kollveltingarhirðuni er dripin.
Dagført:
Seinni í morgun hevur iranska kollveltingarhirðin sagt á Telegram, at Majid Khademi er dripin í amerikanskum og ísraelskum álopum.
Ísraelski herurin (IDF) hevur eisini váttað álopið á iranska fregnartænastuleiðaran.
Undanmaðurin hjá Majid Khademi, sum kallaðist Mohammad Kazemi, varð dripin í einum ísraelskum álopi á sumri í fjør.











