HONDBÓLTUR
VÍF hevur havt eitt svingandi ár inn til víðari. Undan dystinum ímóti KÍF høvdu teir vunnið ein dyst, spælt ein javnan og tapt ein. Síðsta vikuskiftið taptu teir fyri Neistanum, og tí hevði tað stóran týdning fyri VÍF at vinna dystin í Vestmanna ímóti KÍF sunnudagin.
KÍF skuldi hinvegin royna at halda góðu gongdini. Teir fingu eina ringa byrjan uppá kappingini, tá teir máttu taka til takkar við tveimum stórtapum í fyrstu dystunum. Men síðsta vikuskiftið kom vend í, tá KÍF hølvaði Kyndil av í Kollafirði. Hesa gongdina ætlaðu kollfirðingar at halda fast í, og tí ætlaðu teir sær til Vestmanna eftir báðum stigunum.
VÍF fekk góða byrjan
Tað var eisini týðiligt, at VÍF vildi vaska tapið frá síðsta vikuskiftið av sær. Teir lógdu hart út, og eftir 6 minuttir høvdu teir lagt seg á odda 6-2. Vestmenningarnir tóktust ótrúliga uppsettir, meðan kollfirðingarnir sóu nakað slappir út fyrstu løtuna.
Men soleiðis var tó eisini í Kollafirði síðsta vikuskiftið, tá KÍF vann tryggan sigur á Kyndli. Ta ferðina vóru teir aftur 6-0 beinanvegin.
Knappliga kom KÍF í gongd, og eftir eini lítlari løtu høvdu teir eisini bart seg upp á javnleik. So leikaði javnt á í eina løtu, og tá tað nærkaðist hálvleikinum var bert tað ein stigið á muni millum liðini bæði.
Reytt kort
Men beint undan steðginum hendi nakað, sum helst fekk eina ávirkan á dystin. VÍF var farið í álop, og har vóru bara nøkur sekund eftir av seinna hálvleiki. Støðan var tá 15-14 til VÍF. So hendi tað, at vestmenningar mundu mist bóltin. Kollfirðingar vóru grammir eftir bóltinum, men á ein ella annan hát endaði bólturin hjá Inga Olsen. Hann setti beina kós ímóti málinum, men bleiv so steðgaður av Rógva Weyhe. Rógvi fekk sína triðju útvísing, og tí mátti KÍF leika restina av dystinum uttan Rógva. VÍF megnaði tó ikki at skora, og tí var hálvleiksstøðan 15-14 til VÍF.
Kreftirnar gingu undan hjá KÍF
Nú stóð ikki so væl til hjá KÍF. Undan dystinum var greitt, at teir máttu vera bæði Karl Johan Djurhuss og Petur Martin Poulsen fyriuttan, og tí kom reyða kortið hjá Rógva illa við. Nógv mundu halda, at nú stóð ikki so væl til hjá KÍF, men sum seinni hálvleikur leið, so var nógv sum bendi á, at dysturin kundi blíva ómetaliga spennandi. Hvørki av liðunum vildi geva seg, og tá bara 10 minuttir vóru eftir stóð enn á jøvnum millum liðini bæði.
Men tað tóktist, sum hevði VÍF brúkt sínar kreftir rætt. Teir høvdu skift nógv út, so menninir vóru allatið frískir. Hjá KÍF stóð ikki so væl til. Har vóru ikki so nógvir leikarar, eftir at Rógvi hevði fingið reyða kortið, og tí var ikki so nógv fólk at taka av.
Móti endanum var týðiligt, at orkan var við at ganga undan hjá KÍF. Upplagdir møguleikar blivu brendir, og hetta megnaðu frísku vestmenningarnir at taka nyttu av. Tá 5 minuttir vóru eftir legði KÍF seg á odda 22-23, men so var liðugt.
Eftir hetta tók VÍF yvir, og teir fingu fýra mál á rað, uttan at KÍF fekk nakað mál. Sostatt vunnu vestmenningar 26-23 í einum sera góðum og spennandi dysti ímóti KÍF.
Nú er VÍF komið aftur á rætta kós, men teir fingu harða mótstøðu frá einum vælkempandi KÍF-liðið, sum helst føldi, at teir við eitt sindur av hepni kundu fingið eina stigið við úr Vestmanna. Royndirnar hjá VÍF komu teimum tó til góðar henda dagin, og nú eru teir á øðrum plássi í Atlantic Airways deildini, beint í hølunum á Neistanum.