Tríára sáttmálar fyri 50 milliónir

Eftir eina drúgva tilgongd er tað nú eydnast Føroya Tele at fáa sáttmála við Maersk Oil og Hess um fjarskiftis samband til oljuboripallar hjá feløgunum, sum fyrstu trý árini gevur Faroe Tele 50 milliónir krónur í vinningi

Á tíðindafundi í gjár kunngjørdi Føroya Tele, at fyritøkan hevði skrivað undir tveir sáttmálar um fjarskiftis samband við oljufeløgini, Maersk Oil og Hess.
- Hesir sáttmálar eru fingnir í lag gjøgnum eina langa tilgongd, har vit hava etablerað kaðalviðurskifti og etablerað kontaktir til oljufeløg, og roynt at fingið samstarv. Og tað er í høvuðsheitinum starvsfólkini á FT Net, sum hava fingið hesar kontaktirnar í lag saman við uttanhýsis fólki, eitt nú Johan Mortensen, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Hann heldur, at felagið hevur verið dugnaligt at fingið í lag hesar sáttmálarnar.
- Vit meta, at vit hava verið kappingarfør, og gjøgnum tær avtalur, vit høvdu framman undan hava kunna veitt ta tænastuna, sum vit hava lovað, sigur Kristian R. Davidsen.
Avtalan, sum stjórin sipar til, er ein líknandi avtala við BP.
- Vit halda, at tann avtalan hevur havt støran týdning í hesum sambandi, tí tann fyrsta avtalan er altíð tann truplasta at fáa. Tað at samstarva við einum oljufelag og at liva upp til tey strongu krøv, sum eitt oljufelag setur, er rættiliga týdningarmikið, sigur Kristian R. Davidsen.

15 ára sáttmálar
Avtalurnar við BP, og nú eisini við Maersk Oil og Hess, kunnu skapa grundarlag fyri enn fleiri avtalum.
- Vónandi kann tað gera tað. Vit hyggja alla tíðina eftir, um nýggir møguleikar eru fyri at fáa nýggjar kundar, og tað eru øki har nærhendis, sum kundu komið upp á tal, sigur Kristian R. Davidsen.
Tað er tó einki ítøkiligt í løtuni.
- Tað, sum vit hyggja eftir, er øki, ið liggja væl fyri í sambandi við tí neti, sum Føroya Tele hevur, og tað vil siga oljuboripallar, sum liggja nærhendis Cantat-3 kaðalinum ella SHEFA-kaðalinum. Men eisini gassterminalar á landi í Hetlandi havi vit fingið sum kundar, sigur Kristian R. Davidsen.
Men hóast teir sáttmálarnir, sum nú eru gjørdir við Maersk Oil og Hess, røkka yvir 15 ár, er bara peningaupphædd sett á trý tey fyrstu árini.
- Støddin á avtaluni er góðar 50 milliónir krónur yvir trý tey fyrstu árini. Aftan á hesi trý árini koma vit eisini at hava oljufeløgini sum kundar, men í hesum tíðarskeiðinum gera vit royndir, hvørjar tænastur teir skulu hava, hvussu nógv teir brúka, og hetta fer at vísa, hvussu stóran kapasitet, teir hava brúk fyri, sigur Kristian R. Davidsen.
Prísurin fyri veitingarnar til tey bæði oljufeløgini verður so ásettur eftir nýtsluni.

Prísurin lækkar
Sáttmálin hevur stóran týdning fyri Føroya Tele.
- Vit kunnu taka SHEFA sum eitt dømi, sum vit hava royndir við. Har er tað soleiðis, at føroyskir kundar gjalda umleið ein triðing av teimum inntøkum, vit hava á SHEFA, meðan útlendingar gjalda tveir triðingar, sigur Kristian R. Davidsen.
Hann sigur, at soleiðis kunnu vit lýsa týdningin av at fáa útlendingar við á kaðalin.
Nú verða so 50 milliónir krónur eyka at gera gott við hjá Føroya Tele, spurningurin er so, hvussu føroysku kundarnir fara at merkja hetta.
- Vit arbeiða alla tíðina við at fáa betri og bíligari tænastur til føroyska kundan, og vit kunnu siga tað, at prísindeksið á fjarskiftistænastum er lækkað, har tað generella prísindeksið er hækkað, sigur Kristian R. Davidsen.
Stjórin á Føroya Tele heldur, at soleiðis eigur tað eisini at vera.
- Tað er í hvussu er nakað, sum vit hava sum eitt mál, at fylgja altjóða rákinum, har fjarskiftisprísirnir lækka, sigu Kristian R. Davidsen.