Gyltur bóltur til Runavíkar

Við einum máli í yvirtíðini prógvaði NSÍ enn einaferð, at teir væl kunnu gerast heilt drúgvir í oddastríðnum

Fótbóltur

 

Hóast vindurin til tíðir hevði hug at darva spælinum nakað, so gjørdist talan um ein av teimum heilt undirhaldandi fótbóltsdystunum, tá NSÍ var á vitjan á Streymnesi. Undirhaldandi, tí talan var um ein dyst, har báðir partar fóru á vøllin fyri at vinna. Og tó at bíðast skuldi í meira enn seks korter eftir einsamalla málinum, so høvdu báðir partar undan hesum misnýtt fyri seg.

Ikki tí at talan var um so øgiliga nógvar møguleikar. Tað nógva av spælinum gekk støðugt fyri seg á miðjum vølli, har Ronnie Samuelsen og Símun Eliasen høvdu nógvar og harðar nærdystir við Nenad Stankovic og Sjúrð Jacobsen.

Vertirnir høvdu vindin undan fyri steðgin, og tað tóktist eisini geva teimum fyrimun. Støðugt reikandi Hans Pauli Samuelsen og Sorin Anghel vóru fleiri ferðir um reppið at skræða gestaverjuna heilt sundur, men Pól Thorsteinsson, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen og Einar Hansen megnaðu støðugt at standa ímóti.

Og í hinum endanum royndu gestirnir at dúva upp á kontra. Serliga tóktist Hjalgrím Elttør væl uplagdur, tá hann royndi at bjóða av, men størsta møguleikan av øllum fekk Christian Høgni Jacobsen, tá hann brádliga stóð púrasta blankur. Tað eydnaðist honum eisini at taka innleggið frá Pól Thorsteinssyni niður, men skotið varð brent beint í krovið á René Tórgarð. Og hetta var líka sum startskotið hjá EB/Streymi. Fyrst langaði Hanus Eliasen bóltin á undirsíðuna av tvørtrævnum, áðrenn Sorin Anghel stútaði returin uppum. Og løtu seinni fekk ein sitandi Arnbjørn Hansen akkurát ikki nóg mikið av ferð á bóltin eftir eina trídupulta roynd frá EB/Streymi, og so kundi Pól rudda burtur á sjálvari málstrikuni.

 

Seigir runavíkingar

NSÍ hevur fleiri ferðir í ár koppað dystunum rætta vegin í evstu løtu. Ikki minst man hetta vera, tí liðið í ár er kropsliga sterkari enn tey flestu, og teir nýttu eisini hendan fyrimunin á Streymnesi.

Stóran part av seinna hálvleiki var talan um massivt trýst móti EB/Streyma-málinum, og tá Sorin Anghel keikti sær fótin og noyddist av vøllinum, mistu vertirnir týdningarmesta kontra-vápnið.

Hjalgrím Elttør hóreiggjaði sær alt meira í vinstra borðið, sum dysturin leið, og ferð eftir ferð mest sum skræddi hann verjuna hjá EB/Streymi sundur. Og tað var eisini hann, sum var upphavsmaður til størsta møguleikan av øllum, men Jónhard Fredriksberg fekk ikki hildið javnvágini, tá hann hevði tikið bóltin inn um René Tórgarð, og so tóktist alt skula enda málleyst.

At B36 hevði skorað í Gøtu frættu viðhaldsfólkini hjá NSÍ sjálvandi, men rópini frá teimum tóktust tó vera til fánýtis, áðrenn sigursmálið brádliga kom. Og tað mest sum burtur úr ongum.

Nenad Stankovic kipti bóltin inn aftur í brotsteigin eftir áhaldandi NSÍ-trýst. Og hóast vertirnir vóru í øðini, tí teir mettu fríspark verða framt móti René Tórgarð, so hjálpti hetta einki, tá bólturin spakuliga sigldi yvir í handara síðunet. Og so gjørdi tað ikki dagin hjá vertunum betri, at Hans Pauli Samuelsen í seinastu sekundunum fekk beinleiðis reytt fyri harða stempling móti Pól.

Frustratiónirnar vóru sjónligar, og tapið ber heilt víst við sær, at EB/Streymur nú er endaliga úti úr gulldystinum. Hjá NSÍ livir vónin um fyrsta FM-gullið framvegis væl og virðiliga. Á pappírinum var dystinum sunnudagin kanska truplasta uppgávan av øllum teimum, sum eru eftir á kappingarskránni, og tí var fagnaðurin skilliga stórur eftir sigurin.