Anna Katrin Ø. Egilstrøð arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión og flytir seg tvørtur um listagreinar. Hon er útbúgvin á Jyska Musikkonservatorinum innan elektroniska kompositión og hevur framført í 25 londum – millum annað sum songkvinna í tónleikabólkinum Valravn.
Í Listastovuni, á sjálvum flaggdegnum, vevar hon eitt ljóðteppi við røddini, orgulupptøkum og elektroniskum ljóðum, blandað við field recordings. Hetta er ein konsert, sum leggur upp til djúpa lurtan – har tónleikur og rúm smelta saman, og áhoyrarin verður drigin inn í eina sansaliga uppliving.
Seinastu árini hevur Anna Katrin eisini arbeitt nógv við tónleiki og ljóðmyndum til m.a. sjónleik. Hon hevur staðið fyri ljóðheiminum í leikinum UPPHAV, sum verður framførdur í Listastovuni 7. mai. Á konsertini leygarkvøldið fer hon eisini at lata partar av hesum tónleikinum fáa rúm og soleiðis geva eina forsmakk upp á tað, sum er í væntu.
Anna Katrin hevur í fleiri ár verið ein markantur profilur á bæði norðurlendska og altjóða samtíðartónleikapallinum. Hennara verk spenna víða – frá elektroakustiskum stykkjum og installatiónum til størri symfonisk verk. Millum tey kendastu er “Beinta” (2016), ein symfonisk sangrøð, skrivað saman við Allan Gravgaard Madsen og frumframførd saman við Aarhus Symphony Orchestra. Verkið sameinir samtíðarklassiskan tónleik við eina alternativa, nærum poppliga kenslu og tekur støði í mótsagnarfyltu søgunum um Beintu Broberg, sum vit kenna væl her í oynni.
Umframt hetta hevur hon skrivað verk fyri ensemble sum Århus Sinfonietta, Concert Clemens og NJYD Ensemble, og hevur eisini arbeitt við framførslubólkum sum Mute Comp. Sum framførandi listakvinna er hon kend fyri eina sterka og nærverandi rødd, ið flytir seg millum tað kensluliga og tað eksperimenterandi, og hevur m.a. framført verk sum Pierrot Lunaire.
Við sínum serliga tónamáli megnar hon at sameina klassiskan klang, elektronisk ljóð og upptøkur úr veruleikanum í eina poetiska og sansaliga heild – upplivingar, har markið millum tónleik og rúm verður útviskað, og áhoyrarin verður drigin inn í eitt heilt serligt ljóðligt univers.
Konsertin er stuðlað av Økistónar.











